Ísrael beint fyri Hamas-ovasta

Palestinski felagsskapurin Hamas kunngjørdi seinnapartin, at tann ovasti hernaðarleiðarin hjá felagsskapinum, Ahmed al-Jabari, doyði í einum ísraelskum álopi á Gazageiran í dag.

Myndugleikarnir í Ísrael hava sagt, at málið við álopinum var at gera av við al-Jabari. Sambært ísraelsku fregnartænastuni Shin Bet hevði al-Jabari ábyrgdina av at útvega Hamas pengar, eins og hann hevði lagt fleiri álop á ísraelsmenn til rættis.

Eygnavitni hava greitt frá, at al-Jabari sat í einum bili í Gaza býi, tá bilur hansara varð raktur. Ein BBC-tíðindamaður, sum er í býnum, sigur seg hava hoyrt fleiri skot, og hann ber ótta fyri, at hendingin í dag fer at herða ófriðin millum ísraelsmenn og palestinar.

Hamas ætlar sær í hvussu er ikki at sita hendur í favn.

-Við hesum hevur Ísrael latið dyrnar til helheim upp, sigur ein talsmaður fyri felagsskapin sambært Reuters.