Diplomatisku royndirnar hjá ST fáa ein møguleika, sigur ísraelska stjórnin. Men ikki meiri enn tríggjar dagar.
Men tað kann taka longri tíð enn so at fáa eina diplomatiska loysn á kreppuni í Libanon. USA og Frakland, sum í fleiri dagar hava arbeitt við einum uppskoti, kunnu ikki semjast um, hvussu skjótt Ísrael skal taka sínar hermenn úr Suðurlibanon, og júst hendan ósemjan er orsøkin til, at einki uppskot er komið enn.
Libanska stjórnin hevur gjørt greitt, at hon vil hava teir ísraelsku hermenninar úr landinum, so skjótt bardagarnir millum ísraelska herin og Hizbollah eru steðgaðir, Samstundis skal libanski herurin taka sær støð á marknaleiðunum.
Frakland tekur undir við sjónarmiðunum hjá libansku stjórnini, men tað ger USA ikki. Amerikanska stjórnin sigur, at hon tekur undir við ísraelska kravinum um, at teir ísraelsku hermenninir skulu verða verandi í Suðurlibanon, til ein altjóða herdeild er komin hagar. Nei, sigur Libanon og vísir á, at tað kann taka fleiri mánaðir at manna eina altjóða friðarherdeild og at flyta hana til Miðeysturs.
Álopsætlan klár
Hendir einki munagott í ST teir næstu dagarnar, fer Ísrael at seta sína næstu álopsætlan í verk. Umboð fyri stjórnina og herleiðsluna samtyktu í gjár at senda 30.000 hermenn afturat til Libanon. Eftir samtyktini skal ísraelski herurin taka seg heilt norður til Litani-ánna, sum er einar 20 kilometrar norðan fyri markið millum tey bæði londini, og í samtyktini stendur eisini, at átakið kann taka ein mánað.
Amerikanska stjórnin ávaraði í gjár Ísrael ímóti at herða álopini, tí tey krevja ov mong sivil mannalív. Keldur í Ísrael siga, at Ehud Olmert, forsætisráðharri, var ímóti at víðka átakið í Libanon, men at herleiðslan strongdi á fyri at fáa fleiri hermenn norður um markið. Higartil hevur ísraelski herurin mist 65 hermenn í Suðurlibanon, og sum skilst skal herleiðslan hava sagt, at herurin kann missa millum 300 og 500 hermenn, áðrenn átakið er liðugt.
Samstundis er greitt, at ísraelska stjórnin og herleiðslan eru undir stórum trýsti, tí tað vanliga fólkið í Ísrael krevur, at kríggið gevur úrslit. Enn bendir einki á, at Ísrael hevur verið ført fyri at steðga rakettálopunum hjá Hizbollah, og tað var helst eisini orsøkin til, at ísraelsku hermenninir í Suðurlibanon fingu annan leiðara í gjár. Vælvitandi keldur siga við AP, at generalurin, sum stóð á odda fyri hermonnunum, varð hildin at vera ov seinførur og ov varin.
Langt talv
Endamálið við tí ætlaða, ísraelska stórálopinum í Suðurlibanon sigst vera at gera Hizbollah so stóran skaða sum gjørligt, áðrenn ein møgulig vápnahvíld noyðir Ísrael at gevast við álopunum.
Men ein tílík vápnahvíld kemur neyvan í bræði, tí tingingarnar kunnu lættliga gerast eitt langt talv. Sum nevnt kunnu USA og Frakland ikki semjast um ísraelsku afturtøkuna, og Russland, sum hevur sýtingarrætt, hevur gjørt púra greitt, at landið fer ikki at góðtaka nakað uppskot, sum libanska stjórnin ikki kann góðtaka.
Ísraelska stjórnin ber ótta fyri, at Hizbollah fer at menna seg aftur, so skjótt teir ísraelsku hermenninir eru farnir suður um markið. Tí kann landið ikki góðtaka eina vápnahvíld, sum ber í sær, at teir ísraelsku hermenninir skulu úr Libanon beinanvegin.
-Skulu vit góðtaka eina diplomatiska loysn, má hon tryggja okkum frið mong á fram í tíðina, segði ísraelski verjumálaráðharrin, Amir Peretz, í gjár.










