Ísraelska stjórnin hevur í dag gjørt av, at øll, sum koma inn í landið, skulu avbyrgja seg sjálvi í 14 dagar vegna coronasmittuna.
Benjamin Netanyahu, forsætismálaráðharri, boðaði frá herdu reglunum á Twitter í dag, og seinni gjørdi innlendismálaráðharrin, Aryeh Deri, greitt, at nýggju reglurnar fáa umgangandi virknað fyri ísraelar, ið koma aftur til Ísraels. Fyri útlendingar verður kravið galdandi frá hósdegnum.
42 tilburðir av covid-19 eru higartil skrásettir í Ísrael, men higartil er eingin deyður.
Mett verður, at um 300.000 fólk verða noydd at fara í sóttarhald við nýggju reglunum, og tað verður ábyrgd hins einstaka at prógva, at viðkomandi hevur nøktandi umstøður til persónligt sóttarhald.