Fyrr í vikuni bar in.fo tíðindi frá býráðsfundi í Havn, at Halla Samuelsen, býráðslimur, vildi byggja eina høll til squash í Føroyum.
Les eisini Vil hava høll til nýggjan ítrótt í Føroyum
Tað er ótrúligt, at ein politikkari skal koma við ein tílíkum uppskoti, sigur Hallur Holm, formaður í Frælsur Ítróttur Føroyar.
- Borðtennisítróttin í Havnini er um at detta niður fyri, tað sama við judoítróttini. Tey fingu eina játtan til eina borðtennis og judohøll í skuldi byggjast upp í badmintonhøllina, men teir pengarnir vóru síðani fluttir til fótbóltsvøll í Hoyvík, sigur Hallur Holm.
- Tað er ótrúligt, at koma við einum slíkum uppskoti, uttan at taka atlit at tí tørvinum, sum longu er, sigur hann og nevnir, umframt borðtennis og judo, at hondbólturin skríggjar eftir eini altjóða høll, fótbólturin skríggjar eftir eini fótbóltshøll, svimjifeløgini skríggja eftir einum 50m hyli og frælsi ítrótturin skríggjar eftir eini innandurahøll.
- Harumframt vinnur kurvabólturin frama í hesum døgum, nú teir á fyrsta sinni skipa fyri landskapping í kurvabólti, men teir hava heldur onga høll, sigur hann.
- Bragdið og Hvirlan hava ein tíma hvør til innanduravenjing um vikuna. Annars mugu vit venja úti og tað koma vit ongan veg við. Teknisk venjing til longdarlop og spjótkast og annað úti um veturin er eingin gongd leið, sigur Hallur Holm.
Hallur Holm heldur, at politikkararnir hava lyndi til at lova ov nógv, uttan at seta tað í verk.
- Tað er lætt at vera populerur, tá man bara sigur ja til alt, men tá tað kemur til stykkis, verða eingin pengar játtaðir. Og teir sum eru játtaðir, til borðtennis og judohøll, vóru fluttir til nýggja fótbóltsvøllin og tí veit eingin, hvat hendir við borðtennis og judohøllini, sigur Hallur Holm.
- Tað er ómetaliga grunt av einum valdum politikkara, at síggja burtur frá teimum lyftum, sum longu eru givin, fyri at byggja eina høll til stuttleikar, til ein ítrótt, sum eingin í Føroyum íðkar, sigur hann.
- Útbyggingar standa fyri framman, sum eru alneyðugar fyri at nøkta tann tørvin, sum longu er, sigur hann og skilir tí ikki, hví ein squashhøll skal byggjast, tí at onkir føroyingar hava roynt tað uttanlands og halda tað vera ordiliga skeg, sum hann málber seg á Facebook.










