Í Premier League dystinum millum Newcastle og Manchester United, sum varð spældu í gjár, spýttu Johnny Evans og Papiss Cisse eftir hvørjum øðrum. Báðir kunnu vænta sær drúgva revsing.
Video: Hendingin sæst við at trýsta HER (youtube.com)
Tað byrjaði við, at verjuspælarin hjá Manchester United, Johnny Evans, og framherjin hjá Newcastle, Papiss Cisse, komu í hornatøku á miðjum vølli. Síðani blívur ilt millum teir, áðrenn dómarin kemur í millum.
Sjónvarpsmyndirnar vísa, at Johnny Evans fyrst spýtur á Papiss Cisse, sum svarar aftur við at somuleiðis at spýta. Dómarin sá ikki hendingina.
Enska fótbóltssambandið bíðar nú eftir dómarafrágreiðingini. Bretskir miðlar skriva, at Johnny Evans og Papiss Cisse kunnu fáa leikbann upp í avikavist seks og sjey dystir.
Úrslitini frá 28.umfari í Premier League
Manchester City – Leicester 2-0
Newcastle – Manchester United 0-1
Queens Park Rangers – Arsenal 1-2
Stoke – Everton 2-0
Tottenham – Swansea 3-2
West Ham – Chelsea 0-1
Liverpool – Burnley 2-0
Aston Villa – West Bromwich 2-1
Southampton – Crystal Palace 1-0
Hull – Sunderland 1-1











