Christopher Froome hjá Team Sky er greitt fremsti maður í ársins Tour de France, men avrikið hevur verið somikið sannførandi, at nøkur fólk hava illgruna um at hann er dopaður. Herfyri tveitti ein áskoðari piss eftir bretska súkklaranum, samstundis sum hann rópti “tín dopari” eftir honum.
Á 19. teininum í Tour de France í gjár var Christopher Froome aftur fyri herverki. Hesaferð var tað ein áskoðari, sum spýtti eftir honum. Hendingin sást týðiliga á sjónvarpsmyndunum eftir at súkklararnir vóru komnir á mál, og sjónbandið sæst nú eisini á netinum – sí omanfyri.
Sjálvur segði Christopher Froome eftir teinin í gjár, at hann ikki hevði varnast, at nakar spýtti eftir honum.