Spyrjihugaður ungdómur

Seinnapartin týsdagin vóru ófráboðaðir fyrispurningar til løgmann og landsstýrisfólk á skránni í ungdómstinginum.

Tað vóru spyrjihugaðir ungdómstinglimir, sum seinnapartin settu løgmanni og landsstýrisfólkum ófráboaðar fyrispurningar.
Og har vóru fyrispurningar av øllum handaslag.
Har vóru fyrispurningar, sum snúðu seg um ferðaætlanina hjá Smyrli, har vóru fyrispurningar um tunnil til Suðuroyar og har vóru fyrispurningar um Klaksvíkar sjúkrahús.
Serliga spurningurin um Klaksvíkar sjúkrahús var nærgangandi, tí spyrjarin vildi vita, um tað ikki var nóg mikið við tveimum sjúkrahúsum í landinum, serliga tá hugsað verður um stuttu farleiðina, ið nú er millum norðurøkið og miðstaðarøkið.
Eisini varð spurt um Fountinhúsið, sum er í umbúna.
Eisini var spurt um, nær roknast kann við, at ein tunnil verður bygdur millum Suðuroynna og miðstaðarøkið, og til tað var svarað, at tað verður í »okkara tíð«, sum ein av ungdómstinglimunum vildi vita.
Tað vóru heilir 24 fyrispurningar settir teimum sjey landsstýrisfólkunum og løgmanni, og ein spurningur var, hví so nógv var sett av til tunlar í mun til tey meira bleytu virðini.
Til tað svaraði løgmaður, at beint í løtuni fylti tunnilstosið rættiliga nógv, men hann helt, at tað eisini vóru pengar settir av til ellisheim og røktarheim.

Fáar viðmerkingar
Eitt, sum eyðkendi hesa runduna var, at ungdómstinglimirnir ikki høvdu stóran áhuga í at gera viðmerkingar til teir settu fyrispurningarnar.
Bert í einstøkum førum vórðu viðmerkingar gjørdar.
Annars sýndi hesin fundurin aftur, hvussu væl fyri okkara ungdómur er, tá tað kemur til samfelagslig viðurskifti, og tað nýttu politikararnir eisini høvi til at viðmerkja.
Tað vóru sum nevnt heilir 24 fyrispurningar settir seinnapartin, og tí dró tað eisini eitt sindur út við tíðini.
Hálvan tíma longri tók tingfundurin enn upprunaliga ætlað.
Men ungdómarnir høvdu fingið nógv burtur úr hesum ungdómstingi, tí allir, vit hava hitt hesar báðar dagarnar, ungdomstingið hevur vart, siga seg verða vorðnar munandi klókari.
Tað er nú eisini væntandi, tí tað er neyvan hugsandi, at 15-16 ára gomul eru væl bevandraðí tingarbeiðinum.
Eitt, sum tú legi til merkis, var, at sami spyrjari gekk aftur í fleiri førum. Um tað er tí, at summi ikki halda seg til skal vera ósagt, men onkur setti fram tríggjar spurningar.
Alt i alt tó eitt upplivilsi fyri teir 32 næmingarnar, sum hava tiið lut í ungdómstinginum. Og sum Annika Olsen segði, so er tað meira sjáldan, at síggja so nógvar kvinnur manna løgtingið.