Í vár fara føroyingar á fund í Íslandi at tosa um at keypa elorku úr Íslandi.
Í fleiri ár hevur verið tosað aftur og fram um eina nýskapandi ætlan um at leggja ein elkaðal ímillum Føroyar og Ísland, so at føroyingar kunnu keypa streym frá íslendingum.
Íslendingar hava yvirflóð av orku og samstundis eru íslendinga og skotar farnir at kanna møguleikan fyri at leggja ein elkaðal ímillum Ísland og Skotland.
Ætlanin var ikki at hann skuldi koma á land í Føroyum.
Men Sirið Stenberg, landsstýriskvinna í orkumálum, sigur, at nú er fyrispurningur komin úr Íslandi og úr Skotlandi fyri at vita um føroyingar hava áhuga fyri at samansjóða báðar ætlanirnar, og at kanna møguleikarnar fyri at leggja ein elkaðal úr Íslandi til Føroya, og so aftur hiðani og til Skotlands.
Í hesum sambandi er fyrispurningur komin til Føroyar, um vit eru eru áhugað í at koma á fund við íslendingar og skotar at tosa nærri um ætlanina.
Fundurin verður í Íslandi í vár og Sirið Stenberg hevur nú lagt málið fyri landsstýrið at fáa undirtøku fyri at vera við í hesum kanningararbeiði.
Og tað hevur hon fingið frá landsstýrinum, og sostatt fer hon nú nú at biðja Umhvørvisstovuna um at halda fram við arbeiðnum.
- Tað verður helst verrið at sleppa upp í hesa ætlanina seinni. Tí haldi eg, at tað er skilagott, at vit eru við í arbeiðnum frá fyrsta degi fyri at vita, hvørjir fyrimunir og vansar eru, sigur Sirið Stenberg.
- Við hesum hava vit ikki bundið okkum til nakrar útreiðslur, uttan eitt sindur av ferðaútreiðslum, men vísir tað seg, at tað verður so dýrt, at tað ikki loysir seg, kunnu vit altíð taka okkum úr arbeiðnum aftur.
Sirið Stenberg sigur, at tað er helst ein fyrimunur, at kaðalin kemur upp í Føroyum.
- So fer tað at bera til hjá okkum at keypa streym úr Íslandi. Men sum frálíður, er tað als ikki óhugsandi, at eisini vit kunnu selja teimum niðri í Evropa, streym.
Men hon sigur, at talan er um eina verkætlan, sum liggur nøkur ár frammi í tíðini, og samstundis er hetta ein verkætlan, sum er rættiliga dýr.
- Men eg haldi, at tað er rætt at vit eru við í kanningunum, leggur landsstýriskvinnan afturat.