Mánakvøldið klokkan 20 fer Jens Bruun Kofoed, professari, at halda fyrilestur í veitsluhøllini á Námsvísindadeildini – fyrr Læraraskúlanum. Evnið er: »Er tað vísindaliga møguligt at viðgera Gamla Testamenti sum eina søguliga álítandi keldu?«
Gransking í Gamla Testamenti síðstu árini hevur verið merkt av sera stórari skepsis um søguliga virðið í hesum gomlu jødisku skriftunum. Mest skeptisku granskararnir, tann sonevndi Keypmannahavnar skúlin, vilja vera við, at Gamla Testamenti, alt sum tað er, er uppspunnið, skrivað av jødum í hellenistiska tíðarskeiðnum í royndini at skapa eina felags søgu og mentanarligt grundarlag.
Hóast ikki allir granskarar fara so vítt, so eru teir flestu sera ivingasamir um elstu fláirnar í søgugongdini í Gamla Testamenti hava nakað søguligt virði yvirhøvur—so sum søgurnar um ættarfedrarnar Ábraham, Ísak og Jákup og ferðina hjá Ísraelsfólki úr Egyptalandi.
Tó tað eru granskarar, serliga í enskttalandi heiminum, sum meta, at Gamla Testamenti hevur høgt søguligt virði. Í norðurlondum er Jens Bruun Kofoed ein av fáu forsprákarunum fyri søguliga trúvirðinum í Gamla Testamenti.
Kofoed vardi sína Ph.D. ritgerð við Aarhus Universitet í 2001 og er í dag professari á Fjellhaug Internasjonale Høgskole.
Í fyrilestrinum í veitsluhøllini á Námsvísindadeildini í mánakvøldið fer hann at viðgera, um tað er nakað vísindaligt grundarlag fyri søgufrøðiliga virðinum í Gamla Testamenti. Hann fer t. d. at viðgera útferðina úr Egyptalandi sum eitt mentanarligt minni og meta um, hvussu søguliga viðgerðin av tekstum sum hesum er tengd at teimum a priori fortreytum, ið granskarar fara til verka við.
Fyrireikararnir siga, at møguleiki verður at seta spurningar og koma við viðmerkingum eftir fyrilesturin.









