Håkan Ericson, landsliðsvenjari, var ikki eins tíðindafróður og hann var speiskur á tíðindafundinum á PGE Narodowy leikvøllinum undan dystinum móti Póllandi. Væntandi verður tað eitt føroyskt lið við fimm í verjuni, fýra á miðjuni og bara einum á topp, sum skal takast við Pólland, men venjarin vil ikki gretta orð um spælskipan ella hvør byrjar inni.
- Tit hava sæð landsliðið so mikið oftani, at tit vita at vit ikki koma at hava bóltin meira enn Pólland, men vit brúka okkara styrkir og taka av teimum møguleikunum, sum vit fáa. Vit skulu royna at koma í umstillingar og vit hava góðar spælarar til at serva deyðbóltarnar hjá okkum. Tað skulu vit útnytta, segði Håkan Ericson.
Landsliðsvenjarin bleiv spurdur um møguleikarnar hjá føroyska liðnum at vinna dystin.
- Tá vit spæla móti londum sum Póllandi, so vinnur Póllandi helst einar átta ella níggju dystir av tíggju. Vit leita altíð eftir hasum tíggjunda dystinum. Dysturin í Moldova er tann tíggjuni dysturin hjá teimum, sigur Håkan Ericson og vísur til, at Moldova vann 3-2, eftir at hava verið aftanfyri 0-2.
Tá Gunnar Vatnhamar bleiv spurdur hvussu hann fyrireikaði seg til at spæla móti Robert Lewandowski, kom speiska lagið á fryntliga landsliðsvenjaran.
- Ætlar tú eisini at spyrja Robert Lewandowski, um hann hevur fyrireikað seg til at spæla móti Gunnari Vatnhamar?, segði Håkan Ericson skemtingarsamur á málinum.
- Eg fyrireiki meg eins til allar dystir, men vænti hetta verður ein hørð uppgáva, sigur Gunnar Vatnhamar, sum eisini smíltist, tá hann greiddi frá, at tað búgva bara um túsund fólk í Leirvík, tá hann bleiv spurdur um, at 57 túsund áskoðarar passa inn á leikvøllin.
- Hetta er stórt fyri ein, sum er uppvaksin í eini bygd í Føroyum við túsund íbúgvum, men vit gleða okkum til uppgávuna.
Føroyar spæla móti Póllandi í kvøld klokkan 19.45.