Spyr.fo: Skal Kringvarpið sleppa at selja lýsingar?

<script id="infogram_0_kringvarpslysingar" title="Kringvarpslýsingar" src="//e.infogr.am/js/embed.js?QQk" type="text/javascript"></script>

<script id="infogram_0_kringvarpslysingar" title="Kringvarpslýsingar" src="http://umsiting.in.fo/typo3///e.infogr.am/js/embed.js?QQk" type="text/javascript"></script>– Jú, Kringvarpið skal sleppa at selja lýsingar!

 

Løgtingið samtykti í dag við 11 atkvøðum fyri og 9 ímóti, at Kringvarp Føroya framhaldandi skal sleppa at selja lýsingar bæði í sjónvarpi og í útvarpi.

 

Og fólkið tekur undir við hesum. Í øllum førum 44 prosent av teimum, sum spyr.fo spurdi hendan spurning.

 

Tað eru serliga kvinnurnar, sum halda, at Kringvarpið framhaldandi skal hava rættin at selja lýsingar bæði í sjónvarpi og útvarpi. Tí 51 prosent hava sagt ja. Menn eru meira ivandi um hendan spurningin, tí »einans« 38 prosent av monnunum siga ja til hendan spurningin.

 

Niðanfyri kann lesarin sjálvur síggja, hvussu fólk hava svara upp á spurningin.

 

Kanningin er grundað á svar frá 300 føroyingum í aldrinum 15-80 ár kring alt landið. Kanningin varð gjørd 16. desember frá klokkan 12:09 til klokkan 13:01