Spyr um starvsfólkamál

Tingfundur er í morgin við munnligum spurningum til landsstýrisfólkini ovast á skránni

Jenis av Rana, Miðflokkurin, fer í tingfundi í morgin klokkan 11 at spyrja um, hvat tað var, sum úi veruleikanum hendi í innlendismálaráðnum, tá ið ein deildarstjóri fyrst var uppsøgd og síðani fekk nýtt starv á Umhvørvisstovuni.

 

Munnligir spurningar eru fyrst á skránni, men har eru esini tríggir áður settir fyrispurningar, sum verða svaraðir. Millum annað skal ríkisumboðsmaðurin svara einum spurningi frá Kára P. Højgaard, Nýtt Sjálvstýri, um hvussu nógvur danskur floksstuðul verður latin til føroysku, politisku flokkarnar.

 

Á fundinum verður eisini 1.viðgerð av einum uppskotitil broyting í lógini um Búskapargrunn.

Tingfundurin byrjar klokkan 11.