Spyr um páparættindi í sambandi við føðing

Bjørt Samuelsen, tingkvinna fyri Tjóðveldi, vil nú hava Kaj Leo Holm Johannesen, landsstýrismann í heilsumálum, at greiða frá ætlanunum um at javnseta pápar og mammur, tá tað kemur til at fáa børn á sjúkrahúsinum í Føroyum.

Vísandi til dømi herfyri, har føroyskt par búsitandi í Danmark fekk stóra rokning eftir at hava átt barn á landssjúkrahúsinum, vil Bjørt Samuelsen hava landsstýrismannin av svara, um hann hevur ætlanir at víðka um kunngerðina, so at hon eisini fer at fevna um føroyskar pápar, ið eru undir lestri uttanlands.

– Ætlaða broytingin í kunngerð um gjald fyri sjúkrahúsviðgerð javnsetur rættindini hjá lesandi pápum og mammum í mun til føðing á sjúkrahúsi. Hevur landsstýrismaðurin umhugsað at víðka kunngerðina soleiðis, at børn hjá pápum, sum hava rættindini sum føroyskir borgararar, kunnu verða fødd á sjúkrahúsi uttan gjald, eisini hóast mamman ikki formiliga er búsitandi í Føroyum, spyr Bjørt Samuelsen.

Somuleiðis spyr Bjørt Samuelsen, um landsstýrismaðurin hevur í hyggjuni at áseta afturvirkandi gildi í kunngerðini, so tey fáu pør, sum eru dottin niðurímillum, sleppa undan at gjalda?

– Pápar eiga eins nógv í barninum, og tí er umráðandi at lóggávan tryggjar báðum foreldrunum javnrættindini í mun til føðing av barni teirra, skrivar Bjørt Samuelsen í viðmerkingunum til fyrispurningin.