Spyr um ókeypis ferðasamband til lesandi alt árið

Tingkvinna vil vita, um ætlanir eru m at tryggja lesandi og næmingum bíligari ella ókeypis alment ferðasamband alt árið

Tað er Birita Matras Petersen, sum hevur havt sæti á tingi fyri Javnaðarflokkin síðan 2. november fyri Bjarna Hammer, sum hevur verið í New York seinastu vikurnar á ST aðalfundi.

Birita Matras Petersen hevur sett Ruth Vang, fíggjarmálaráðfrú hesar spurningar í einum grein 52a fyrispurningi:

1. Hevur landsstýriskvinnan ætlanir um at tryggja lesandi og næmingum bíligari ella ókeypis alment ferðasamband alt árið?

2. Hvørjar eykaútreiðslur fær landið, um skúlakortið er virkið alt árið?

Í viðmerking til fyrispurningarnar vísir Birita Matras Petersen á, at einasti ferðastudningurin, ið lesandi og næmingar fáa, er eitt ókeypis skúlakort, ið gevur teimum møguleika at ferðast millum bústaðin og útbúgvingarstaðið í mesta lagi eina ferð um dagin.

– Lesandi og næmingar, ið fáa lestrarstuðul, umframt næmingar á Húsarhaldsskúlanum, á háskúlum, eftirskúlum og skiftisnæmingar hava rætt til eitt skúlakort.

– Við galdandi reglum er skúlakortið ikki virkið í summarfrítíðini. Studningurin til livikostnað til lesandi á hægri útbúgvingum og styttri vinnuførleikagevandi útbúgvingum er 4.960 kr. um mánaðin, meðan studningurin til miðnámsskúlanæmingar er 2.113 kr. ella 4.387 kr, sigur hon.

– Tí er ofta neyðugt við arbeiði við síðuna av lesnaðinum og skúlanum. Summarfrítíðin er upplagda høvið at samla sær nøkur oyru til komandi lestrarhálvuna ella skúlagongdina, vísir hon á.

– Havandi í huga, at studningurin er lutfalsliga lágur, er hugsandi, at fleiri ikki hava ráð til ein bil at brúka í summarfrítíðini til at ferðast til eitt nú arbeiði og annað virksemi í summarfrítíðini.

– Eitt bíligari ella ókeypis alment ferðasamband til lesandi og næmingar alt árið hevði javnsett lesandi og næmingar í útjaðaranum við onnur, ið eru búsitandi í miðstaðarøkinum. Harafturat hevði hetta eggjað ungum til at brúka umhvørvisvinarligari ferðamøguleikar alt árið, sigur Birita Matras Petersen.