Spyr um landsstýriskvinnan vil javnseta útbúgvingar

Kári P. Højgaard spyr Rigmor Dam um umstøðurnar hjá námsfrøðingur, ið flyta til Føroyar eftir loknan lestur.


Løgtingslimurin fyri Nýtt Sjálvstýri, Kári P. Højgaard, hevur í dag sett landsstýriskvinnuni í mentamálum, Rigmor Dam, ein §52a fyrispurning um umstøðurnar hjá námsfrøðingum, ið flyta til Føroyar eftir lokna útbúgving.
Í viðmerkingunum til fyrispurninginum vísir tingmaðurin á, at politiska skipanin hevur sett sær sum mál, at fáa fleiri vælútbúgvin ung aftur til Føroya.


- Politiska skipanin hevur sett sær sum mál, at vit gera tað sum gerast kann, fyri at betra um møguleikarnar at fáa fleiri vælútbúgvin ung at venda heim, eftir loknan lestur. Teirra vitan og royndir eru alneyðugar, og fara at gagna føroyska samfelagnum.

- Eitt stig móti málinum, er at fáa lesandi at taka ein part av útbúgvingini í Føroyum. Serliga positivt er, um talan verður um seinna partin av lesnaðinum, tí tá hava tey lesandi beinleiðis samband við arbeiðsmarknaðin og kunnu taka praktikkpláss og prógva sítt virði, ið eftir loknan lestur kann geva møguleika fyri at fáa fast starv.
Tí undrar tað tingmannin, at tað tykist at vera trupulleikar hjá nøkrum námsfrøðingum, ið lesa í Danmark, at fáa sína læru og praktikktíð góðskrivað, tá tey ynskja at gera útbúgvingina lidna í Føroyum.
Sostatt vil hann hava landsstýriskvinnuna í mentamálum, Rigmor Dam, at svara fleiri spurningum um viðurskiftini hjá námsfrøðingum, ið venda heim til Føroya.
Spurningarnir, ið landsstýriskvinnan skal svara, eru fylgjandi:
- Hvussu nógvir námsfrøðingar, hava seinastu fimm árini valt at taka part av útbúgvingini í Føroyum?

- Kann landstýriskvinnan í mentamálum upplýsa, hví tað er so trupult, at fáa góðskrivaða læru og praktikktíð í Føroyum, um hendan er tikin í Danmark og ætlan er at gera útbúgvingina lidna í Føroyum.

- Hvussu vanligt er tað, at næmingar sum taka somu útbúgving, ikki fáa alla lærutíðina ella praktikktíð í Danmark góðskrivaða á Fróðskaparsetrinum.

- Hevur landstýriskvinnan ætlanir um at fremja broytingar, sum javnseta somu útbúgvingar í londunum báðum.