Á tingfundinum í morgin fer Høgni Hoydal at seta løgmanni munnligan fyrispurning um »ráðførslu við uttanlandsnevndina í sambandi við týðandi samráðingar«.
Høgni Hoydal setur løgmanni fýra spurningar:
1. Er løgmaður farin undir samráðingar við donsku stjórnina um at prístalsviðgera ríkisveitingina til Føroya afturvirkandi til 2002, hvat samskifti hevur verið og nær, og hvussu langt eru samráðingarnar komnar?
2. Heldur løgmaður, at hann er farin fram í samsvari við §54, stk. 2 í stýrisskipanarlógini, har ásett er, at landsstýrið skal ráðføra seg við uttanlandsnevnd Løgtingsins, áðrenn samráðingar av týdningi í viðurskiftunum millum Føroyar og Danmark?
3. Ætlar løgmaður at ráðføra seg við uttanlandsnevndina?
4. Nær er ætlanin at enda samráðingarnar, hvør skal samráðast vegna landsstýrið og hvørjar eru høvuðgrundgevingarnar hjá landsstýrinum í royndunum at fáa meira pening úr Danmark?
Í viðmerking til spyrningarnar sigur Høgni Hoydal, at landsstýrið hevur boðað frá, at boð eru farin til donsku stjórnina um, at landsstýrið vil samráðast um at prístalsviðgera ríkisveitingina afturvirkandi til 2002. Hetta má metast sum byrjanin til samráðingar.
Síðani vísir á hann á grein 54 í stýrisskipanarlóginin, sum sigur:
§ 54. Løgtingið velur millum løgtingsmenn eina uttanlandsnevnd við sjey limum, sum landsstýrið ráðførir seg við, áðrenn avgerðir verða tiknar, ið hava stóran uttanlandspolitiskan týdning.
Stk. 2. Somuleiðis skal landsstýrið ráðføra seg við hesa nevnd í sambandi við samráðingar við ríkismyndugleikarnar av stórum týdningi fyri viðurskiftini Føroya og Danmarkar millum.
Tí verður spurt, hvørt løgmaður heldur seg hava hildið stýrisskipanarlógina, og um hann ætlar at ráðføra seg við uttanlandsnevnd løgtingsins í hesum máli, sigur Høgni Hoydal, sum eisini spyr, hvussu langt samráðingarnar eru komnar, hvør samráðist vegna landsstýrið er til dømis fíggjarmálaráðharrin við og hvørjar grundgevingarnar eru fyri upplegginum frá landsstýrinum?