Løgtingsmaðurin Bjarni Djurholm setir í dag løgmanni ein skrivligan fyrispurning.
Spurningurin er, um løgmaður ætlar at virka fyri, at almennur holocoust-dagur verður settur í gildi í Føroyum.
Eisini vil Bjarni Djurholm vita, um so er, at dagurin verður settur í gildi, um løgmaður fer at skipa fyri, at hesin dagur verður eyðmerktur soleiðis, at hann fær eitt innihald, har staðfesting av og djúphugsni um søguligu ræðuleikarnar gerst almenn tilvitan?
1. nov. 2005 samtykti ST einmælt við støði í Mannarættindasáttmálanum og Fólkadrápssáttmálanum frá 1948, at 27. januar skuldi vera altjóða minningardagur um Holocaust undir seinna heimsbardaga og øll onnur fólkadráp frammanundan og síðan. Samstundis heitti ST á øll lond um at seta dagin í gildi sum almennan minningardag, soleiðis at komandi ættarlið kundu læra av søguni og forða fyri, at fólkadráp aftur vórðu framd.
Endamálið við holocaust-minningardegi er:
1. at ávara øll menniskju móti hugburði og atburði, sum kann føra til fólkadráp.
2. at menna undirvísing og undirvísingartilfar, sum kann forða fyri fólkadrápi.
3. at avdúka og forða fyri avnokting av Holocaust og fólkadrápum.