Fyrispurningar
Rógvi Nybo
rogvi@sosialurin.fo
Í morgin verða munnligir fyrispurningar á skránni í Løgtinginum. Tá fer Bjørt Samuelsen, tingkvinna fyri Tjóðveldi, millum annað at spyrja landsstýrismannin í Vinnumálum, Johan Dahl, um gegni hjá nýggja formanninum í Vinnuframagrunninum.
Í viðmerkingunum sigur hon millum annað, at »tað er ein sannroynd, at nýggi formaðurin í Vinnuframagrunninum, ið annars er kendur sum ein dugnaligur íverkseti, hevur tøtt sambond til Íverksetarahúsið í Klaksvík, har hann var nevndarlimur inntil hann tók við starvinum sum formaður í Vinnuframagrunninum. Hann hevur eisini politisk bond til nevndarforkvinnuna í Íverksetarahúsinum (Kitty May Ellefsen, blm.), ið er (fyrrverandi, blm.) forkvinna í Havnar Framburðsfelag. Somuleiðis er formaðurin skrivari hjá Fólkaflokkinum, og harvið politiskur sparrari hjá landsstýrismanninum í Uttanríkismálum, ið jú sum kunnugt tók avgerð um brádliga at niðurleggja Samvit.«
Hon spyr eisini til framtíðarætlanirnar við Kleking, ið er gjørt eftir sama leisti sum »inkubatorskipanir« í øðrum londum, har hugsanin er at hjálpa nýggjum vinnum, sum hava eitt altjóða potentiali í gongd.
Hon sigur tí víðari í viðmerkingumum, at »bæði Íverksetarahúsið og Kleking eru natúrligir umsøkjarar til pening úr Vinnuframagrunninum. Tá avgerðir verða tiknar um stuðul til ymiskar verkætlanir, og um framtíðina hjá Kleking. er tað sjálvandi av stórum týdningi at tað ikki kann setast spurnartekin við gegni hjá teimum, sum taka so týdningarmiklar avgerðir.«
Munnligu fyrispurningarnir verða svaraðir á tingfundinum í morgin, mikudagin 16. september.