Bjørt Samuelsen, løgtingskvinna, spyr í einum §52 fyrispurningi, Jacob Vestergaard, landsstýrismann, um nøkur ætlan er at friða lundan.
Fyrispurningurin ljóðar soleiðis:
1. Metir landsstýrismaðurin, at lundastovnurin í verandi støðu tolir, at veitt framhaldandi verður av honum?
2. Ætlar landsstýrismaðurin at seta bann fyri fleyging av lunda, inntil stóra niðurgongdin í stovnurin er steðgað - jvf lokalari friðing í Mykinesi og jvf lógaruppkoti 62/2011?
3. Eru onnur tiltøk frá landsstýrinum ávegis fyri at verja lundastovnin?
Í viðmerkingunum sigur løgtingskvinnan, at mykinesfólk hava nú annað árið á rað sett lokalt veiðubann fyri at fleyga lunda. Hetta er alla æru vert, og vísir hvussu skynsamt tey, sum varða av náttúrutilfeinginum og best kenna viðurskiftini hjá lundanum, tak ábyrgd av stovnsrøktini.
Men bannið er einans lokalt. Aðrastaðni verður fleygað, og til ber at keypa lunda dømi hava enntá verið um sølu av lunda umvegis Facebook. At frítt er hjá summum at fleyga, leggur fótonglar fyri tey, sum stríðast fyri at verja stovnin.
Snimma í summar lá nógvur lundi á eggum, men, tíverri hendi tað aftur í ár, at næstan einki kom undan. Seinastu árini hevur verið greitt, hvussu ómetaliga álvarsom støðan hjá lundastovninum og øðrum svartfugli við er. Innlendismálaráðið fekk í januar 2011 eina frágreiðing við nýggjum veiðihagtølum fyri lunda. Veiðitølini vísa heilt greitt, hvussu neyðugt tað er, at verja lundastovnin. Tað er føðslutrot, og ikki fleygingin, sum er orsøk til stóru minkingina. Men, tá eingin tilgongd er, er hvør veiddur fuglur við til at minka um stovnin.
Afturgongdin í lundastovninum er farin fram yvir mong áratíggju. Men, seinastu árini tykist gongdin skeiva vegin at ganga óhugnaliga skjótt. Og sera fáar pisur koma undan. Tí er neyðugt at nýta øll tøk amboð at verja lundastovnin.
Landsstýrismaðurin við veiðimálum hevur í fyrru setu sínari sagt seg vera til reiðar at seta veiðubann fyri lunda, so leingi støðan er so hættislig. Í september 2011 legði Jóhan Dahl, sum tók við eftir Jacob Vestergaard fram Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um fuglaveiðu. Lógarbroytingin skuldi geva landsstýrismanninum kunngerðarheimild at áseta reglur um at lýsa friðing av ávísum fugli í eitt ávíst tíðarskeið, um stovnurin er illa fyri. Málið fall burtur, tá val varð útskrivað.
21. februar í ár, svarar landsstýrismaðurin soleiðis uppá sama fyrispurning:
Hóast tað er føðitrot og ikki veiðan, sum er orsøkin til, at lundastovnurin minkar, er neyðugt at vera fyrivarin og avmarka veiðina komandi árini. Tað er tó ikki enn avgjørt, um uppskot verður lagt fyri Løgtingið at broyta fuglaveiðulógina, so lundin verður friðaður eitt tíðarskeið.
Tíverri varð í summar aftur staðfest, at vend ikki er komin í tilgongdina. Tí verður spurningurin settur aftur, til tess at fáa greiðu á, um og møguliga hvørja avgerð, landsstýrismaðurin hevur tikið fyri at verja lundastovnin.