Tað er Liljan Weihe, tingkvinna fyri Tjóðveldi, sum hevur reist málið við at seta Ruth Vang, landsstýriskvinnu í fíggjarmálum ein grein 52a fyrispurning um málið.
Føroysk Miðlafólk hava í meira enn fjórðingsøld havt ynski um at sleppa at samráðast um sáttmálan hjá limunum, sum starvast í Kringvarpinum. Men tað hevur higartil verið noktað teimum. Tey samráðst tí bara sum sáttmalan hjá miðlafólki, sum starvast í privatu miðlunum. Miðlafólk í Kringvarpinum eru tí fevnd av sáttmálanum hjá Starvsfelagnum.
Liljan Weihe spyr landsstýriskvinnuna soleiðis:
1. Hví sleppa Føroysk Miðlafólk ikki at samráðast við Fíggjarmálaráðið?
2. Hvussu skulu Føroysk Miðlafólk verja limir sínar á almenna arbeiðsmarknaðinum og virka fyri teirra áhugamálum, um tey ikki sleppa til samráðingarborðið?
3. Hvat skal til fyri, at Føroysk Miðlafólk verða sáttmálapartur?
Í viðmerking til spurningarnar vísir Liljan Weihe á, at journalistar og onnur miðlafólk á privata arbeiðsmarknaðinum hava vanliga verið sett og lønt eftir sáttmálanum hjá Føroyskum Miðlafólkum, meðan journalistar, fotografar og miðlatøkningar og onnur miðlafólk í Kringvarpinum hava verið sett og lønt eftir sáttmálanum hjá Starvsfelagnum.
– Føroysk Miðlafólk hava nú í áravís arbeitt fyri, at eisini journalistar í Kringvarpinum fáa sáttmála við Fíggjarmálaráðið. Higartil uttan úrslit.
– Journalistiska yrkið er ikki sum onnur yrki. Arbeiðstíðirnar eru ikki tær somu, sum hjá øðrum – og í mun til onnur størv, so er markið millum arbeiðstíð og frítíð meira flótandi enn hjá øðrum fakbólkum. Journalistar arbeiða undir lóg um fjølmiðlaábyrgd og leiðreglur um góðan fjølmiðlasið, sigur Liljan Weihe.
– Yvirhøvur kann sigast, at journalistikkur er eitt fak og yrki, við serligum eyðkennum, serligum arbeiðsumstøðum og stórari ábyrgd. Tí kann tað undra, at felagið hjá miðlafólkum, Føroysk Miðlafólk, ikki hevur rætt til at samráðast við Fíggjarmálaráðið egna vegna, tá aðrir sermerktir fakbólkar hava rætt til tað, sigur tingkvinnan.
– Tað er eisini nakað, sum undrar øll fakfeløgini hjá miðlafólkum í Norðurlondum, sum øll hava vunnið sær rættin at samráðast bæði á privata og almenna arbeiðsmarknaðinum. Tey hava víst á, at tað at forða Føroyskum Miðlafólkum at sleppa framat samráðingarborðinum, er reelt tað sama sum at forða journalistum og miðlafólkum annars at skipa seg fakliga. Grein 11 í menniskjarættindasáttmálanum vísir annars á, at øll hava rætt til at skipa seg í fakfeløgum fyri at verja egin áhugamál, sigur Liljan Weihe, tingkvina fyri Tjóðveldi, í viðmerking til fyrispurningin, hon hevur sett Ruth Vang, fíggjarmálaráðfrú.
Hon hevur nú 14 dagar at svara spurniginum.