"Spyr bara" farið í søguna

Teigurin - Spyr bara - á heimasíðuni hjá Vestmanna kommunu er nú farin í søguna.

 

Teigurin - Spyr bara - á heimasíðuni hjá Vestmanna kommunu er nú farin í søguna. Hetta er ein avgerð, sum bygdarráðið og umsitingin hjá kommununi hava tikið í felag.

 

- Orsøkirnar eru fleiri. Ein er, at tað er sera óheppið, at fólk - ónavngivin - sleppa at seta spurningar, tí mett verður, at hetta er við til at lækka støðið á kjakinum. Fleiri áheitanir eru komnar um hetta frá borgarum í kommununi.

 

Vestmanna kommuna vísir á, at ein onnur orsøk er, at kommunan heldur vil koma beinleiðis á tal við borgararnar. Hetta kann gerast við, at borgarar koma á skrivstovuna til eitt prát - ella við at senda fyrispurningar við telduposti eins og við vanligum posti.

 

- Harumframt er ein góður møguleiki á Facebook-síðuni hjá Vestmanna kommunu, har ber eisini til at seta spurningar og gera viðmerkingar.

 

Vestmanna kommuna sigur seg vóna, at borgararnir skilja avgerðina, og at fólk ikki fara at halda seg aftur við at seta spurningar, gera viðmerkingar og koma við atfinningum, hóast Spyr bara er strikað.

 

- Møguleiki verður í eina tíð at fáa atgongd til Spyr bara á heimasíðuni, men bert fyri at kunna lesa gamlar spurningar og svar, sigur Vestmanna kommuna.