Spyker keypti Saab

Eftir at General Motors í longri tíð hevði hótt við at niðurleggja Saab bilverksmiðjuna í Svøríki, hendi tað í februar í ár, at hollendska sportbilafyritøkan Spyker Cars NV yvirtók Saab

Eftir at Saab bilverksmiðjan í Svøríki hevði verið til sølu í longri tíð, hótti eigarin av Saab, General Motors í USA, við at niðurleggja verksmiðjuna um teir ikki fingu eitt nøktandi boð upp á Saab.


Hetta førdi til bæði mótmælisgongur og mótmæliskoyringar kring um í heiminum. Í USA vóru fleiri mótmæligongur og eitt Saab bilafylgi koyrdi frá Danmark til verksmiðjuna í Trollhättan í Svøríki við tí endamáli at mótmæla ætlanunum hjá General Motors at niðurleggja Saab.


Úrslitið var, at hollendska sportbilaverksmiðjan keypti Saab frá Gereral Motors. Avtalan varð endaliga undirskrivað 23. februar í ár. Avtalan gekk m.a. út upp á at Spyker gjørdu eitt nýtt felag, Saab Spyker Automobiles, sum heldur fram við framleiðsluni av Saab bilunum.


Spyker Cars NV er en hollandsk verksmiðja, sum framleiðir hondgjørdu sportbilarnar Spyker.

Verksmiðjan varð stovnað í 1999, og síðan 2000 hava teir framleitt eksklusivar sportbilarnar sum som Spyker C8 og C8 Laviolette.


Búmerkið hjá Spyker er ein propell. Hetta kemst av at hollendska flogverksmiðjan Spyker, sum fór á húsagang í 1929, nýtti sama búmerki.