Sputnik trína á pall á Tvøroyri leygarkvøldið

Leygarkvøldið 14. apríl verður Ítróttarhøllin í Trongisvági karmur um rimmar dansitiltak. Ongin mætari enn enn føroyakendu Sputnik trína á pallin. Sputnik vóru og eru sera vælumtóktir millum Føroya fólk fyri teirra vælspældu og vælsungnu føroysku slagarir. Sputnik vóru kanska mest spælda føroyska orkestrið í Útvarpinum upp gjøgnum 80-ini og í byrjanini av 90´unum, við eitt nú væl kendu løgunum?vilt tú meg elska?, ?Eg sjólívið valdi? og ?Kom abbi set teg stabba á?.

- Hettar er fyrstu ferð síðan 1992 at Sputnik fer at spæla live, og vit kunnu vænta okkum eina sera spennandi og kensluborna framførslu, siga fyrireikararnir.

Sputnik telir hettar kvøldið upprunamanningina brøðurnir Jens & Marner Lisberg, Jens Johannesen og afturat sær hava teir bassúrmælingin Kolbein Simonsen, Arnbjørn Sivertsen á guitar, Ronnie Nielsen á trummur og Charles Gade. Allir hava gjøgnum árini verið við til at myndað framførslurnar og útgávurnar hjá Sputnik.

Mr. Útvarp himself, Elis Poulsen, verður eisini at hoyra og síggja. Fáur føroyingur man hava líka gott innlit í dansitónleik sum Elis, og fer hann at venda plátum og undirhalda á hansara heilt egna og fólkakæra máta.

- Til yngra ættarliðið og onnur, ið eru áhugað í at vita hvat hendir á tónleikapallinum í Suðuroy í dag, verða nýggir og forvitnisligir tónar at hoyra frá Tvørabólkinum Ablaze. Bólkurin er mannaður av ungfólki av Tvøroyri við sera evnaríku sangarinnuni Sólfríð Bech á odda, verður sagt av Tvøroyri.

Sagt verður eisini frá, at Strandferðslan ætlandi fer at gera eitt serligt ?suðuroyarcruise? hendan dagin. Hettar skuldi gjørt, at tað er upplagt hjá fólki norðanfjørðs at koma suður og uppliva eitt ektað ?suðuroyartiltak? við dygdartónleiki og undirhaldi.

Tað er Froðbiar Sóknar Róðrarfelag (FSR) og 2. A á Miðnámsskúlanum í Suðuroy, ið standa fyri tiltakinum.