Sputnik rísur aftur

Tíðindaskriv

Leygarkvøldið 14. apríl verður Ítróttarhøllin í Trongisvági karmur um rimmar dansitiltak. Ongin mætari enn enn føroyakendu Sputnik trína aftur á pall eftir 15 ára steðg.

Hetta er fyrstu ferð síðan 1992, at Sputnik fer á og vit kunnu vænta okkum eina sera spennandi og kensluborna framførslu. Sputnik telur hettar kvøldið uppruna manningina brøðurnir Jens & Marner Lisberg, Jens Johannesen og afturat sær hava teir Kolbein Simonsen á bassi, Arnbjørn Sivertsen á gittar, Ronnie Nielsen á trummum og Charles Gade. Allir hava gjøgnum árini verið við á framførslum og myndum hjá Sputnik.

Sputnik var sera vælumtóktur bólkur millum Føroya fólk fyri teirra slagarir. Sputnik var ein av mest spældu føroysku bólkunum í Útvarpinum upp gjøgnum 80’ini og í byrjanini av 90'unum, við eitt nú væl kendu løgunum "vilt tú meg elska", "Eg sjólívið valdi" og "Kom abbi set teg stabba á".

Til hesa framførsluna er ein heilt serligur plátuvendari funnin fram, tað er mr. Dansband Elis Poulsen, ið fer at venda plátum og undirhalda á hansara heilt egna og fólkakæra máta.

Til yngra ættarliðið og onnur, ið eru áhugað í at vita, hvat hendir á tónleikapallinum í Suðuroy í dag, verða nýggir og forvitnisligir tónar at hoyra frá Tvørabólkinum Ablaze. Bólkurin er mannaður av ungfólki av Tvøroyri, við sera evnaríku sangarinnuni Sólfríð Bech á odda.

Strandferðslan fer sambært fyrireikarunum ætlandi at gera eitt serligt "suðuroyarcruise hendan dagin". Hettar skuldi gjørt at tað er upplagt hjá fólki norðanfjørðs at komið suður og upplivað eitt ektað "suðuroyartiltak" við tónleiki og undirhaldi.

Tað er Froðbiar Sóknar Róðrarfelag og 2. A á Miðnámsskúlanum í Suðuroy, ið skipa fyri.