Longdin á Eysturoyarteininum var nøkulunda tann sama, sum hon plagar, men byrjað var í Havn og koyrt eftir vanliga landsvegnum til Selatraðar og síðani til Runavíkar, har vent var í rundkoyringini í Runavík, áðrenn komið var á mál við Statoilstøðina í Saltangará.
Hetta gjørdi, at talan gjørdist um eitt stórt felt, ið fylgdist allan vegin, so tað heila endaði við einum hópspurti við ikki færri enn 13 súkklarum, ið kappaðust á seinastu metrunum.
Í endaspurtinum stóð kappingin millum favorittarnar, og her vóru Hafsteinn Ægir Geirsson og Torkil Veyhe, í nevndu raðfylgju við sentimetrum ímillum, nakrar metrar framman fyri Troels Toftager Nielsen. Trý sekund aftan fyri hesar komu so hinir 10 súkklararnir.
Munurin tann sami
Mitt í hesum stóra feltinum var eisini kappingin hjá veteranunum avgjørd, og har hevði Andrass Joensen munin á Gunnlaugi Jonasson. Og hjá kvinnunum var Súsanna Skylv Sørensen eitt fitt petti framman fyri Marina Ennistein Heinesen.
Samanlagt er Troels Toftager Nielsen enn átta sekund framman fyri Torkil Veyhe og 10 sekund framman fyri Hafsteinn Ægir Geirsson, og munurin millum trý tey fremstu liðini er enn óbroyttur, so HFR Team er fýra sekund framman fyri Team GTG og 42 sekund framman fyri Team Hjólamenn.
Kappingin í morgin er á Sandi, har talan er um 27 kilometra einkultstart, ið kann flyta munirnar eitt sindur ymsar vegir, tí her fara allir súkklararnir avstað ein og ein, so tá snýr tað seg ikki um taktikk, men bara um at seta á av lívsins kreftum.










