Fram um aðrar kappingar, so varð alstórur dentur lagdur á, at kappingin skuldi verða so áskoðaravinarlig sum gjørligt.
Við innleiðandi umfari og eini finalu merkta av ljós- og dj-showi, inn-marchi, setan, replay á stórskíggja og øðrum, skuldi rætta lagið fáast á áskoðararnar. Og hetta eydnaðist framúr væl. Ja, somikið væl, at tosið nú spakuliga er, um kappingin skal skipast sum ein International næsta ár.
Kappast varð í trimum aldursbólkum, har svimjararnir fyrst kappaðust um at røkka finaluni, sum varð svomin um kvøldið. Vinningarnir her vóru gávukekkar, umframt at heiðursmerki og steyp vórðu latin.
Ítróttarliga fevndi kappingin bert um teir fýra 50 metra-teinarnar hjá einstaklingum og liðum.
Seks svimjifeløg luttóku til kappingina, har Fuglafjarðar svimjifelag gjørdist suvereni vinnarin við heili 17 fyrsta plássum. Jóhann Heðinson gjørdi eitt ordans hál fyri fuglfirðingar, og einki er at ivast í, at hann hevur eina stóra framtíð. Hildur á Fløtti gjørdi eisini sín part fyri felagið og gjørdist hon, saman við Biritu Debes úr Flot, mest vinnandi svimjari hjá gentum.
Pauli Ø. Mohr, FS, hevur havt stóra framgongd í síni roynd eftir føroyska metininum í 50 m. frí. Á HS-stevnuni herfyri svam hann teinin upp á 24,08, og spenningurin var tí, um hann hesa ferð skuldi røkka metinum hjá Kristiani Olsen.
Sjálvur hevur Kristian ikki kappast síðani oyggjaleikirnar, men nú avbjóðarin stóð klárur, vildi hann ikki bakka. Og talan gjørdist um eina sera spennandi finalu, har báðir svimjararnir komu á mál í júst somu tíð.