Í morgin hevur felagið hjá føroyskum fótbóltsvenjarum ársaðalfund. Sum vit nevndu í seinastu viku, so eru venjararnir bjóðaðir at fylgja venjingini hjá Allani Simonsen og landsliðnum, og tað er eisini lagt upp til, at landsliðsvenjarin skal geva til kennar, hvussu hann heldur, at menningin í føroyska fótbóltinum hevur verið hesi fimm árini, sum hann hevur verið landsliðsvenjari, umframt at hann skal geva sítt boð uppá, hvat hann roknar við fer at henda í føroyskum fótbólti tey komandi fimm árini. Tiltakið er ikki roynt áður, og tað eigur sjálvsagt at vera áhugavert at frætta, hvat landsliðsvenjarin hevur at siga, og allir venjarar, sum hava møguleika fyri tí, áttu at tikið av tilboðnum, møtt upp og umframt at hoyrt landsliðsvenjaran og tikið lut í orðaskiftinum, sum tað er lagt upp til skal vera aftaná.
Tí tað er sjón fyri søgn, at tað eigur at vera nógv at tosa um, sum eigur at hava stóran áhuga hjá teimum, sum eru áhugað í at vera venjarar. Ikki minst støðan hjá føroysku venjarunum og úrtøkan úr tí arbeiði, sum teir gera og hava havt ábyrgdina av at gera tey seinastu árini.
Veruleikin er, at Fótbóltssambandið við útbúgvingardeildini á odda hevur hesi seinastu tíggju árini lagt nógva orku og nógvar pengar í at útbúgva venjarar. Í fyrstuni var áhugin so sum so í mongum feløgum. Nøkur feløg dugdu beinanvegin at síggja gagnið, sum tey kundu fáa burtur úr tilboðnum hjá FSF, og sum frá leið vóru tað fleiri, ið fingu eyguni upp fyri hesum. Nú munnu tey feløgini vera fá, sum ikki hava havt fleiri fólk á teimum fimm grundskeiðunum, á ungdómsvenjaraskeiðinum og á seniorsvenjaraskeiðnum. Fyri trimum árum síðani tóku nakrir venjarar FSF venjara prógvið, sum tað varð nevnt, og vit nevndu í seinastu viku, at í løtuni eru níggju av fremstu venjarunum í landinum við at leggja seinastu hond á elituvenjaraútbúgvingina.
Hetta er ein partur av veruleikanum. Ein annar partur av veruleikanum, sum kanska ikki er heilt so hugaligur sum oman fyri nevndi parturin, er, at tað tykist vera torført hjá alt betur útbúnu føroysku venjarunum at fáa starv í fremstu røð heima á landi. Teir eru Johan Nielsen, sum er venjari hjá GÍ, og Birgir Jørgensen, sum er spælandi venjari hjá Sumba. Johan Nielsen hevur verið millum teir fremstu at taka lut í øllum útbúgvingartilboðum, sum FSF hevur havt, og hann hevur eisini ofta verið uttanlands fyri at fáa íblástur til venjingina. Birgir Jørgensen er meira kendur sum spælari enn sum venjari. Hann hevur ongantíð áður havt ábyrgdina av nøkrum liði í 1. deild, og okkum kunnugt hevur hann heldur ikki tikið lut í venjaraskeiðunum, sum útbúgvingardeildin hjá FSF hevur skipað fyri.
Øll hini átta feløgini hava útlendskar venjarar, og teir koma ikki bara úr Danmark. Tað var annars vanligt í sjeyti árunum og í áttati árunum, áðrenn føroysku venjararnir fingu útbúgving, at feløgini, sum so at siga vildu hava fremmandar venjarar, leitaðu til Danmarkar.
FSF hevur sett venjarar til yngru landsliðini, og hesir eru allir slíkir, sum hava tikið lut í føroysku venjaraútbúgvingini. Spurningurin um, hví feløgini ikki hava sett føroyskar venjarar er sera viðkomandi hjá venjarunum, men hetta er sjálvandi eisini ein spurningur, sum feløgini eiga at vera við til at viðgera, tí tað eru tey, sum so at siga eru arbeiðsgevarar. Tað er komið fram, at onkur feløg hava verið áhugað í at seta føroyskar venjarar, men hesir hava ikki hildið, at teir høvdu umstøður til at taka av. Í hesum sambandinum er spurningurin um arbeiðsumstøður hjá venjarunum áhugaverdur. Onkuntíð hevur verið frammi, at útlendskir venjarar fáa hægri løn enn føroyskir venjarar fáa, og at teir tískil kunnu savna seg heilt og fult um venjarauppgávuna, meðan nógvir av føroysku venjarunum hava verið noyddir at hava sítt borgarliga starv við síðuna av, ella teir hava verið noyddir at havt starvið, tí tað hevur ikki borið til at fingið farloyvi í eitt styttri tíðarskeið.
Úrtøkan
Oman fyri standandi hevur við arbeiðsumstøðurnar hjá venjarunum at gera. Ein annar veruleiki at fyrihalda seg til er, hvat spyrst burtur úr arbeiðnum í feløgunum, bæði tá tað ræður um menning av liðunum og tá tað ræður um menning av tí einstaka spælaranum.
Røddir hava verið frammi um, at hevur ikki altíð verið so upplagt at fáa eyga á úrtøkuna, og so ber til at leita eftir orsøkunum bæði hjá venjarunum og hjá politikkinum í feløgunum. Tað er t.d. ein veruleiki, at bara heilt fáir av teimum mongu dreingjunum, sum hesi seinastu fimm árini hava verið á U-16 landsliðunum, síggjast aftur í 1. deildarfeløgunum. Havnarfeløgini hava havt flestu spælararnar á U-16 landsliðunum, og hyggja vit t.d. at føroyameistaraliðnum í fjør, so var bara ein spælari á liðnum, sum hevur verið á U-16 landsliðnum. Tað var Andrew av Fløtum. Eingin ivi er um, at hann er ein góður spælari, og at hann eigur framtíðina fyri sær, men leikluturin hjá honum á 1. liði hjá HB í fjør var ikki so stórur, sum ynskiligt hevði verið. Hann var skaddur ein part av tíðini, men tað er eisini ein sannroynd, at hann hevði ilt við at berja seg til fast pláss. Í hesum sambandinum er tað upplagt at tosa um íløgur og úrslit. Í nógvum feløgum verður tosað um at menna ungdómsarbeiðið og í fleiri feløgum verður nakað gjørt við hetta, t.d. í HB, sum í fjør vann FM í flestu yngru deildunum. HB formaðurin, Gunnar Mohr, hevur sagt í Ítróttarsosialinum, at felagið hjá honum ynskti at vera sjálvforsýnandi við 1. liðsspælarum. Higartil hevur veruleikin víst, at tað er ikki eitt sjálvsagt samband millum góða ungdómsdeild og eginframleiðslu av 1. deildarspælarum. Í sær sjálvum er hetta ein áhugaverdur veruleiki at staðfesta, og tað er ivaleyst áhugavert at viðgera, hvørjar orsøkirnar kunnu vera til hetta.
Her eru bara nakrir hissini veruleikar og spurningar nevndir. Einki er at ivast í, at nógv annað verður vent í venjarahøpi í morgin.