- Nú eiga vit at umhugsa, um tað yvirhøvur er vert at hjálpa fólki.
Henrik Old, landsstýrismaður, var í tí speiska lagnum í Løgtinginum nú uppundir vikuskiftið.
Samgongan hevur gjørt av at umskipa fólkapensjónina. Í einum pensjónspakka, samgongan hevur lagt fyri Løgtingið, fer grundupphæddin hjá hvørjum pensjónisti lækka 580 krónur um mánaðin, men afturfyri skal viðbótin hækkast nakað. Men tann stóra umskipanin er, at pensjónistar skulu fáa 800 krónir meiri í Samhaldsfasta.
Orsøkin til tað er, at útreiðslurnar til fólkapensjónir veksur so nógv, at landskassin hevur ikki ráð til tað.
Samstundis verður eisini kringvarpsgjaldið lagt um. Higartil hevur eitt húski við pensjónistum, rinda 3.600 krónur í kringvarpsgjaldi um árið. Hetta er eisini galdandi, har tað bara er ein stakur pensjónistur í einum húsum.
Men nú lækkar tað niður í 600 krónur um árið fyri hvønn fólkapensjónist.
Sostatt sparir eitt húski við einum støkum pensjónisti, 3.000 krónum um árið í kringvarpsgjaldi, og eitt húski við einum pensjónistahjúnum sparir 2.400 krónur um árið, tí hereftir skulu tey rinda 600 krónur í part, ella tilsamans 1.200 krónur, har tey higartil hava rindað 3.600 krónur.
Men í Landsfelag Pensjónista eru tey í øðini um broytingarnar, tí tey vilja ikki hoyra talan um at lækka grundupphæddina í fólkapensjónini.
Henrik Old heldur, at tað er rættiliga undarligt, at pensjónistar mótmæla at kringvarpsgjaldið nú verður 3.000 krónur lægri um árið.
Les eisini: Skal vera sjálvboðið at rinda kringvarpsgjald
- Tað er undarligt, at tey ikki vilja hava 3.000 krónur í lætta. So áttu vit umhugsa, um tað yvirhøvur er vert at royna at hjálpa fólki, tá ið tey, sum fáa hjálpina, sjálvi siga, at tey vilja ikki hava tað 3.000 bíligari, helt hann speiskliga fyri.
Les eisini: Vit skulu bara gjalda fyri tað, vit hava hug til
Eisini Rigmor Dam, landsstýriskvinna, undraðist á støðuna hjá Landsfelag pensjónista.
- Onkur hevur givið mær tey ráð, at eg átti bara at tikið uppskotið um at lækka kringvarpsgjaldið, aftur, helt hon líka speiskliga fyri - men tað ætlaði hon nú ikki at gera.
Les eisini: Nøkur av teimum allarveikastu sótu eftir
Hon sipar eisini til, at hon hevði eisini eitt uppskot um at lækka inntøkumarkið fyri, hvussu nógv lesandi kunnu hava í inntøkum, áðrenn tað ávirkar studningin. Men tað uppskotið tók hon aftur eftir harðar atfinningar.