Spurningurin er, hvussu leingi stjórin orkar

Eg ivist í, hvussu leingi tað gongur við einum einsamøllum starvsfólki, sigur nevndarformaðurin

- Ráðið Fyri Ferðslutrygd siglir við so repaðum seglum, at eg veit ikki, hvussu leingi afturat tað gongur.

Kári Thorsteinsson, formaður í nevndini í Ráðnum fyri Ferðslutrygd, stúrir fyri framtíðini hjá stovninum.

 

 

Hann vísir á, at stjórin í Ráðnum Fyri Ferðslutrygd, Brynhild Høgnadóttir, er einsamalt starvsfólk á stovninum. Men uppgávan er stór og umfatandi og tað er ómøguligt hjá einum einsamallum starvsfólki at gera alt arbeiðið, ein slíkur stovnur átti at gjørt.

 

Hann dylir heldur ikki fyri, at hann stúrir fyri tí degi, tá ið stjórin gevur skarvin yvir og finnur sær aðrar avbjóðingar.

 

- Tað er so skjótt, at vit kunnu missa teir fakligu førleikarnar, vit hava, men eg haldi ikki, at politiski myndugleikin bara skal lata standa til, til tað hendir, sigur nevndarformaðurin.

 

- Vit eru komin til eitt vegamót. Alt arbeiðið hvílir á einum persóni og tað ber væl til í eina tíð. Men í longdini kann ein persónur illa klára alt, serliga tá ið ongi útlit eru fyri batum, heldur nevndarformaðurin.

 

Og spurningurin er eisini, hvussu leingi, hon tímir at vera einsamøll um alt, og ikki hava nakran at práta vit um ymisk viðurskifti, leggur hann afturat.

 

Ráðið Fyri Ferðslutrygd fær eina millión krónur á fíggjarlógini, og 190.000 krónur í limagaldi frá kommunum og øðrum limum.

 

- Og tað skal røkka til alt virksemi, umframt til løn, húsaleigu og allan rakstur. Og undir hesum umstøðum er tað greitt, at tað er torført at skipa fyri teimum tiltøkum, vit annars áttu at skipa fyri, sigur Kári Thorsteinsson. 

 

- Ella skulu vit bara lata okkum lynda, at eftir fólkatalinum doyggja tvær ferðir so nógvir føroyingar í ferðsluni, sum í Danmark, Svøríki og Noregi, spyr hann.

 

Hann leggur afturat, at í Ráðnum fyri Ferðslutrygd hava tey ásannað, at politiski myndugleikin leggur dent á onnur øki enn ferðslutrygd.

 

Hann minnir á, at Løgtingið hevur samtykt eina null-hugsjón, har endamálið er at føra ein politikk, sum miðjar ímóti, at ongin skal doyggja, ella fáa álvarsligt mein, í ferðsluni. Men ferðslutrygd kemur ikki av sær sjálvum, og hon er ikki ókeypis. Og tað er ikki nóg mikið, bara at siga, at eingin skal doyggja í ferðsluni, tí vit mugu eisini kunna svara upp á, hvussu vit vilja røkka málinum, heldur Kári Thorsteinsson.

 

Tað eru nøkur viðurskifti, Ráðið Fyri Ferðslutrygd heldur, eru serliga avgerðandi.

Eitt er, at vit fáa eina nýggja ferðslutrygdarætlan. Ferðslutrygdarætlanin, vit hava havt, endaði á nýggjárinum, men sum støðan er nú, hevur Ráðið Fyri Ferðslutrygd ringar umstøður at vera við í arbeiðnum at samskipa eina nýggja ferðslutrygdarætlan.

 

Kári Thorsteinsson heldur eisini, at vit eiga at fáa eina skaðanevnd, sum kann kanna ferðsluvanlukkur út í æsir við tí endamáli at byrgja fyri, at tær henda aftur, á sama hátt, sum tey hava í flogferðsluni.

 

- Ella skulu vit bara lata okkum lynda, at fleiri føroyingar doyggja í ferðsluni, uttan at vit vita hví, spyr hann.