Spurningurin er bara nær

Í elsta høvuðsstaðarfelagnum verður einans bíða eftir, at føroyameistaraheitið verður tryggjað. Eina stigið í Gundadali í gjár førdi liðið eitt stig nærri gullinum

FÓTBÓLTUR

 

Í HB-húsinum spyrja tey ikki longur, um felagið fer at vinna føroyameistaraheitið í 2009. Spurningurin er bara nær.

HB tók í gjár aftur eitt fet móti gullmerkinum. Hóast liðið ikki fekk fult á heimavølli móti Víkingi, so nærkast 20. føroyameistaraheitið í søgu felagsins í hvørjum.

 

Landsliðsstøðið

Rógvi Poulsen legði heimaliðið á odda, tá lítil løta restaði í av fyrra hálvleiki. Andrew av Fløtum sendi argjamannin avstað við frálíkari sending, og einsamallur við málverjan var Poulsen tryggur.

Málið prógvaði nakrar av eginleikunum hjá honum. Hann hevur eygað fyri spælinum, kvikur og búgvin. Tað hevur hann víst fleiri ferðir í hesum kappingarárinum, og hann hevur verið millum teir mest eyðsýndu á liðnum hjá komandi føroyameistarunum.

Brian Olsen, Levi Hanssen, Johan Ejvind Mouritsen, Palli Augustinussen, Jóan Símun Edmundsson, Høgni Zachariassen eru millum teirra, sum Brian Kerr, landsliðsvenjari, hevur hugt nærri at í landsliðshøpi seinastu mánaðirnar. Tað hevði verið løgið, um Rógvi Poulsen ikki fekk møguleikan skjótt.

 

Lítið at bjóða

Dysturin í Gundadali var lítið undirhaldandi. Víkingur var sera ansi í fyrra umfarinum, og legði ikki serliga nógv fyri í framrættaða spælinum. Tað eydnaðist gestunum at fáa heimaliðið niður í ferð og at steðga einstaklingunum. Bestu royndina hjá Víkingi stóð Súni Olsen fyri. Miðvallarin royndi seg við beinleiðis frísparki, men Marcin Dawid vardi væl.

Sølvi Vatnhamar javnaði fyri Víkingi, tá ein tími var leiktur av dystinum. Miðvallarin tók av, tá Hans á Lag og Marcin David ikki kundu semjast um, hvør skuldi senda bóltin burtur av vandaleið. Stutt frammanundan hevði Andrew av Fløtum sent í stólpan.

 

Misnýttu brotsspark

Andrew av Fløtum hevði gyltan møguleika at skjóta HB á sigurskós aftur longu tveir minuttir seinni. Rógvi Poulsen varð rendur um koll í brotsteiginum, og dómarin ivaðist ikki. Brotsspark. Gestirnir vóru sera argir um dómin, og mótmætlu harðliga. Og tað høvdu teir allan rættin til. Talan var um eitt sera ivasamt brotsspark.

Úr ellivu metrum misnýtti framherjin tó. Geza Turi tveitti seg og vardi lættliga fyri skotinum.

Víkingur vildi ikki tveita stigið fyri borð, og dúvaði ikki beinleiðis at tryggja sær øll stigini. Uppspælið var at senda langar bóltar úr verjupartinum móti framherjunum, men tað gav ikki heimaliðnum trupulleikar. Hinvegin eydnaðist tað eisini at verja fyri atsóknunum hjá HB.

 

Komandi føroyameistarar

HB hevur beina kós móti gullinum. Um EB/Streymur, sum spælur í kvøld, bara fær eitt stig burtur úr komandi tveimum dystunum, og HB vinnur á grannunum úr B36 næstuferð, er FM-heitið tryggjað. So lítið restar í.

Víkingur fekk lítla uppreisn í gjár. Liðið hevði undan dystinum tapt tríggjar ferðir upp í slag. Og eitt stig á útivølli móti oddaliðnum má metast sum nøktandi.

Við steypasigrinum á ólavsøku hevur Víkingu tryggjað sær sína fyrstu luttøku í evropeiskum fótbólti. Framvegis er møguleiki fyri at vinna heiðursmerki, men málið fyri 2009 er longu rokkið.