Spurningur um (mis)nýttar møguleikar

Í stuttum kann sigast, at Jákup Mikkelsen – og í einum føri tvørtræið – tryggjaði B36 sigurin í Gundadali í gjárkvøldið. Tí hóast heimaliðið hevði yvirvág í leikbýti, so hevði B71 greiða yvirvág í málmøguleikum

Á pappírinum lá tað til ein ein rímiliga tryggan heimasigur, tá B36 og B71 hittust í Gundadali í gjárkvøldið. Og soleiðis endaði tað eisini, men tað er ikki øll søgan.

Tí skal gangast eftir málmøguleikunum, so hevði ein greiður sigur til gestirnar ikki verið óuppiborin. Men tí forðaði Jákup Mikkelsen fyri.

Tað var B71, sum legði best frá landi. Teir sýndu fyrstu 10-15 minuttirnar bæði gott og kvikt kombinatiónsspæl, har alt eydnaðist. Driblingar, samanspæl og møguleikaskapandi avlevaringar. Tað fyrst nevnda var tó nakað, ið kanska var betri ógjørt.

Longu í fyrsta minutti slapp ein vælleikandi Símin Hansen ígjøgnum, og hvussu Jákup Mikkelsen fekk beinið á skotið, veit helst bara hann sjálvur.

B36 lærdi ikki av hesum hvøkkinum, tí longu tveir minuttir seinni slapp hin stórleikarin hjá B71 í hesum dystinum, Clayton Soares, ígjøgnum í høgru síðu, men eisini hesaferð bjargaði Jákup meistarliga drønskotinum frá B71-leikaranum.

Eftir hetta tóktist B36 rakna við og skilja, at B71 meinti tað í álvara, og verjan fekk nógv betri tak á næsku gestunum. Og so líðandi yvirtók B36 spælið, og hendan yvirvág helt sær mest sum allan dystin ígjøgnum.


Næskir við horna

Sum nevnt hevði B36 trupulleikar við at skapa giftigar málmøguleikar, men teir vóru tó næskir við hornaspørk. Við eitt av hesum fekk Ingi Højsted høvdið á, men bólturin streyk framvið málinum.

Men tá 25 minuttir vóru farnir, bar til hjá heimaliðnum. Og tað var eisini eftir horna, at Klæmint Matras var fremstur á bóltinum og sneiddi hann hegnisliga í netið við høvdinum.

Leikliga gongdin helt fram, men B71 broytti spælið soleiðis, at í staðin fyri kvikt og framrættað uppspæl, driblaðu summir leikarar alt ov nógv. Hetta førdi til nogvar flottar detaljur, men gekk samstundis út yvir effektivitetin. Og tað førdi so aftur við sær, at B71 ikki gjørdist vandamikið aftur, fyrr enn í seinna hálvleiki.

Hinvegin fekk Sylla ein gyltan møguleika í yvirtíðini av fyrra hálvleiki, men hann lyfti headaran upp um eitt annars nærum tómt mál.

Tá seinni hálvleikur byrjaði, skuldi ein trú, at B36 hevði byrjanina av dystinum í huga, men so var ikki. Tí seinni hálvleikur byrjaði júst á sama hátt, sum fyrri – við tveimum risa møguleikum til gestirnar.

Longu í 2. minutti setti B71 eitt skjótálop í gongd – teirra besta í øllum dystinum – og tað endaði við at ein meiri ella minni fríur Wellington hamraði bóltin undir tvørtræið, sum síðani brast í vøllin framman fyri Jákupi. Og so var tann vandin av fyri heimaliðið. Løtu seinni gjørdist Flavio Santana leysur, men Jákup Mikkelsen hevði sína triðju meistarligu bjarging.

Nú strammaði B36-verjan aftur takið, og burtursæð frá einum nærgangandi headara frá Clayton Soares mitt í hálvleikinum, gjørdist B71 ikki av álvara vandamikið aftur í dystinum.

Tað gjørdist B36 hinvegin, og tíggju minuttir inn í hálvleikin trekti Heini í Skorini tvørs av vøllinum, leikti innskifta Berg Midjord leysan í høgru síðu, og hansara innlegg beindi Sylla vakurt inn við stongini við høvdinum. 2-0.


Fleiri ferðir nær við

Ransin Djurhuus dømdi ein góðan dyst, men í einum føri stóðu áskoðararnir púra býttir, og tað var tá Sylla inni í brotsteiginum hamraði bóltin hálvan annan fjórðing upp um B71-málið – og dómarin dømdi horna.

Tíbetur spurdist einki burtur úr hesum hálva møguleika, og so kundu heimaáskoðararnir í staðin gleðast um, at ungi Oddmar Færø, triðja ættarlið av B36-leikarum av sama navni, fekk sína landskappingardebut. Og tað skal verða sagt beinanvegin, at B36 hevur fingið rættiligan fong í hesum 17-ára gamla leikaranum, sum eisini fekk ein fínan debut. Í tveimum førum var hann nær við at skora, men tað gekk ikki hjá honum at fáa bóltin í málið í hansara fyrsta dysti.

Men Sylla, sum í longum løtum var rættiliga anonymur, vísti 10 minuttir fyri tíð sín kvalitet, tá hann í hornatøkum við Vieira gjørdist hin sterkari, smeyg sær inn í brotsteigin, og so hevði Símun Rógvi í B71-málinum ongan møguleika at forða fyri 3-0 til heimaliðið.

Eftir hetta hevði B36 fleiri heilar og hálvar møguleikar at økja um leiðsluna. Tann allarstørsta, tá Sylla ógvuliga óprofessionelt varð feldur í brotsteiginum á veg út úr honum. Men henda gylta møguleika fyri at skora hattrick hamraði ivorianarin einar tveir metrar upp um málið mitt fyri, og so endaði dysturin 3-0.

B71 iðrar seg uttan iva um misnýttar møguleikar, meðan Kurt Mørkøre helst gleðist um innsatsin hjá Jákup Mikkelsen í málinum og ótroyttiliga arbeiði hjá Mikkjali á miðvøllinum.


B36-B71 3-0 (1-0)

1-0 Klæmint Matras (25)

2-0 Ahmed Davy Sylla (54)

3-0 Ahmed Davy Sylla (81)


B36: Jákup Mikkelsen – Jóhan V. Gunnarsson, Herbert í Lon Jacobsen, Fróði Benjaminsen, Alex J. Dos Santos - Heini í Skorini (Oddmar Færø, 72.), Klæmint Matras, Mikkjal Thomassen, Ingi Højsted (Bergur Midjord, 46.), Hanus Torleifsson (Kenneth Jacobsen, 88.), – Ahmed Davy Sylla

Gul kort: Klæmint Matras og Mikkjal Thomassen


B71: Símun Rógvi Hansen – Eirikur Poulsen, Anders Rasmussen, Fabio Vieira, Magnus Olsen - Gudmund Nielsen (Mikkjal Hentze, 58.), Flavio Santana, Wellington Soares, Rasmus Nielsen (Jónsvein Thomsen, 73.), Símun Hansen (René Clementsen, 85.) – Clayton Soares

Gul kort: Gudmund Nielsen og Wellington Soares