Spurningur um markið av útlendskum leikarum

Ivamál tykist nú vera, hvørt tað er loyvt at leika við trimum útlendskum leikarum á einum einum hondbóltsliði. Fyri landskappingina merkir hetta, at tað eisini er ivi um, hvørt Stjørnan og VÍF eru á odda í bestu kvinnudeidlini

Hondbóltsreglur


Seinnu árini er tað vorðið alt meira vanligt, at hondbóltsfeløgini her á landi hava styrkt um hópin við útlendskari arbeiðsmegi. Hetta er ein gongd, sum eisini kennist aftur frá øðrum liðítróttum, eitt nú fótbóltinum, og sum so man tað heldur ikki vera nakar, ið hevur nakað ímóti hesum.

Tvørtur ímóti munnu nógv vera á einum máli um, at útlendsku leikararnir hava hækkað støðið í heimligu kapping okkara, og har umframt eisini hava verið við til at ment føroysku leikararnar. Tað er í mongum førum læruríkt hjá leikarum okkara, tá teir í eitt tíðarskeið kanska fáa útlendskan venjara, sum kemur við nýggjara innspræning, ella kanska bara talan er um ein venjingarfelaga, sum hevur roynt seg á hægri støði.


Markið er 20%

Ein spurningur í øllum hesum hevur tó verið, hvussu nógvar útlendingar eitt felag kann gera nýtslu av. Tosið er kanska vorðið serliga aktuelt í ár, har vit í kvinnuhondbóltinum hava sæð, at tey bæði oddaliðini, Stjørnan og VÍF, hava gjørt nýtslu av trimum útlendskum leikarum.

Hondbóltssambandið hevur sum so ongar greiður reglur fyri hesum, og ivaleyst hava bæði Stjørnan og VÍF tí roknað við, at tey ikki hava gjørt nakað skeivt, tá tey hava fingið leikarar til landið.

Mark er tó á, og er tað Ítróttasamband Føroya, sum hevur ásett hetta.

Í grein 29 gjá ÍSF, undir pettinum, ymiskar ásetanir, stendur: » Um sersamband/deildarsamband ikki hevur lógir ella reglugerð, ið greitt siga, hvørjar treytir eru fyri luttøku, hava lið hjá hesum sersambandi/deildarsambandi, ið luttaka í Føroyameistaraskapinum í ítrótti, í mesta lagi loyvi at hava 20% av útlendingum á liðunum.

At Hondbóltssambandið eigur at ganga undir hesa reglur, tykist als eingin ivi at vera um. Undir fyrsta pettinum av lógarpartinum hjá HSF, sum eitur »sambandið millum HSF og ÍSF« verður staðfest, at øll feløg og sersambond undir ÍSF hava skyldu at akta lógirnar hjá sambandinum.


Tulkingarspurningur

Sostatt tykist einasti spurningur í hesum sambandi at vera, hvussu reglan við teimum 20 prosentunum eigur at tulkast. Talan kann verða um fleiri møguleikar, sum geva rúmd fyri ávíkavist einum, tveimum ella trimum leikarum.

Í »ringasta« førei er talan um prosentpartin av teimum leikarum, sum eru á vøllinum samstundis. Hett agevur 1,4 leikarar, sum verður rundað til ein útlendskan leikara yfir hvørt liðið.

Meira sannlíkt tykist tó vera, at tað skal skiljast sum prosentparturin av 12 leikarum. Hetta gevur 2,4 leikarar, rundað av til tveir leikarar fyri liðið.

Ein triði møguleiki, er, um talið verður roknað av samlaða leikaratalinum í hópinum. Í hópinum kunnu nevnliga vera 16 leikarar, tó at bert 12 av hesum kunnu koma í dyst. Er hetta tal galdandi, fáast 3,2 leikarar burtur úr.

Er henda regla galdandi, kunnu lið altso hava tríggjar útlendskar leikarar við í hópinum, men hetta má so vera treytað av, at hópurin telur í minsta lagi 13 leikarar, tí tá ber til at runda prosentpartin upp til tríggjar leikarar.

Spurningurin tykist sostatt at vera, hvussu hugtakið »á liðnum« í lógartekstinum hjá ÍSF skal skljast. Er hetta talið av leikarum á vøllinum, talið av leikarum, sum eru í dysti, ella er tað samlaða støddin á hópinum.


Hvat ger HSF

Eftir stendur so spurningurin, hvørja støðu HSF tekur í hesum málinum.

Í fyrstu atløgu er allarhelst neyðugt, at kappingarnevndin ger eina niðurstøðu, tí hon hevur smb. reglugerðini heimild til at taka avgerð í trætumálum í sambandi við kappinga.

Í øðrum lagi kann talan gerast um, at ein aðal- ella eykaaðalfundur hjá HSF skal taka støðu til, um HSF skal hava egnar reglur á økinum, soleiðis sum vit kenna tað frá fótbóltinum.

Harumframt má eisini setast spurnartekin við, hvussu HSF skal fara fram í málinum, um komið verður fram til, at hægst loyvda talið er minni enn tríggir útlendingar.

Tað kann ikki metast sum rættvíst, um Stjørnan og VÍF verða dømd at missa stig, sum tey hava vunnið á vøllinum. Neyvan hava tey fingið útlendingar til landið, uttan at hava spurt seg fyri, hvørjar reglur eru galdandi. Eisini fíggjarliga kann tað gerast dyggur smeitur hjá hesum feløgum, um tað nú vísur seg, at tey brádliga eru noydd at senda ein av útlendsku leikarunum heim aftur, og bert hava gjørt nýtslu av hesum í ein fimtapart av kappingini.

Hvussu víkir og vendur, so kann í øllum førum staðfestast, og HSF verður noytt at taka eina støðu í málinum. Hondbólturin kann í øllum førum ikki liva við, at ivi skal vera um, hvørt eitt lið er fremst ella aftast í landskappingini.

At enda kann Stjørnan hevur nýtt tríggjar útlendingar í trimum av sínum fimm dystum, meðan VÍF í øllum sínum dystum hava nýtt tríggjar útlendskar leikarar.