Gerhard Lognberg
Pætur mælir til tveir flogvallir í Føroyum, men báðir nýtast ikki at verða fult operativir!
Hesin maður hevur stórar royndir, 32 ár á baki í breinsjuni.
Tað sum eg vil nerta við, er at vit nú eru farin at tosað um at útbyggja flogvøllin í Vágunum, og er tað neyðugt her og nú.
Men so verður eisini tosað um at leggja ein annan flogvøll aðarstaðni í Føroyum. Í byrjanini var tosað um Skorðhædd, Glyvursnes og Seltuvík.
Her eru kanningar gjørdar, og fleiri verða gjørdar. Tann fyrsta kanningin soldar Skorðhædd frá, somuleiðis er hon sera yvingarsom fyri Glyvursnesið, men vísa Seltuvík størsta áhuga.
Eg eri hvørki førur fyri, ella ætli mær at siga hvar er best at flogvøllurin er. Vit hava akkurát fingið at vita, at helst tekur tað 5 ár at gerða kanningar.
Hví kemur so Pætur Rasmussen og setur striku yvir allar kanningar, og sigur Glyvursnes? Sig mær, setur tú ikki trygdina í hásætið, ella hví bíðar tú ikki sum onnur til endans útfall?
Eg síggi úr køksvindeyganum yvir á Kirkjubønes, har sær tú einki summarhálvina fyri mjørka! So út frá tí, er Glyvursnes neyðvan besta loysnin.
Helst um eini 10 ár, hava vit tveir flogvallir í Føroyum, í Vágunum og helst í Seltuvík sambært fyrstu útsøgnini.
So Pætur Rasmussen, latið okkum ikki standa eftir við tí fatan, at trygd fyri tær, er sum ein býur í Kina, sum tikið verður til.