Árni Joensen, Esbjerg
Í lesarabrævi í Dimmalætting tann 12. desember mæla tygum Løgtinginum frá at samtykkja uppskotið um at lata tey samkyndu fáa somu rættindi í Føroyum sum í t.d. Danmark.
Tygum skriva:
-Eg eri heilt sannførdur um, at helst verður tað forbannilsi fyri tjóð okkara fyrr ella seinni, tað vísir søgan púra greitt, t.d. Sodoma, Pompeji, Herkulanum, Danmark o.s.fr.
Kunnu tygum siga mær og øðrum undrandi føroyingum í Danmark, hvat forbannilsi er komið niður yvir Danmark, síðani revsilógin her bleiv broytt?
Annars hevði tað verið forvitnisligt at frætt, hvørji støð ella lond tygum hugsa um, tá tygum enda brotið omanfyri við styttingini o.s.fr.