Hevur ein landsstýrismaður loyvi til at lýsa kunngerðir um t.d. stuðul eftir forsorgarlógini og almannapensiónslógini, tá hesar kunngerðir væntast at viðføra eykaútreiðslur fyri landsskassan fyri verandi fíggjarár uppá í minsta lagi kr (5)6 mió., og hesin peningur ikki er avsettur á fíggjarlógini ella umbiðin/játtaður í eykajáttanarlóg?
Tá nýggja lógin um almannapensiónir kom í gildi á nýggjárinum, mistu avlamispensionistar rættin til avlamisveiting. Tann 20.12.99 kom kunngerð um stuðul til hjálparráð, har tey, ið eftir gomlu lógini høvdu (hava) rætt(mist) til avlamisveitingina, kunnu søkja um líknandi upphædd eftir § 18 í forsorgarlógini. Soleiðis sum kunngerðin er orða og sum eisini ætlanin var, so skulu fólk ið fara at søkja um henda stuðul kunna skjalprógva tær eykaútreiðslur, ið søkjast kann um endurgjald fyri.
Í fimmaranum 5. jan, segði landsstýrismaðurin í almannamálum tó, at øll, ið hava mist avlamisveitingina skulu hava eina upphædd svarandi til kr. 1870,- um mðr uttan at tað er neyðugt við skjalprógvum fyri eykaútreiðslur. Hetta er at gleðast um, men fyri at málið frá byrjan ikki skal gerast ein størri hurlivasi enn tað longu er vorið, so vil eg minna á at hetta ( í hesum fíggjarárinum)væntandi kemur at føra við sær eina eykaútreiðslu uppá 1.8 mió, innan forsorgarøkið. Talan er um uml. 80 fólk, ið kunnu fáa stuðul og peningur er ikki avsettur á fíggjarlógini og ikki umbiðin/játtaður í eykajáttanarlóg. Tí er omanfyrinevndi spurningur settur.
Landsstýrismaðurin í almannamálum hevur eisini boða frá at ávísir pensiónistar, ið vegna nýggju almannapensiónslógina, hava mist veitingar, skulu hava ymisk ískoytir í pensiónina. M. a. skulu fyritíðarpensiónstar giftir við ikki pensionistum hava ískoyti uppá kr 856, - um mðr. framyvir. Tá talan er um fleiri enn 400 pensionistar, verður eykaútreiðslan oman fyri kr. 4 mió. um árið. Hesin peningur er heldur ikki játtaður á fíggjarlógini. Aðrar ábøtur, ið landsstýrismaðurin eisini hevur lovað ávísum pensionistum eru truplar at gera upp í pengum fyrr enn málini eru lýst nærri.
Sostatt er fyribils talan um útreiðslur uppá uml. 6 mió, ið ikki eru avsettar á fíggjarlógini.
Í álitinum til fíggjarlóg fyri ár 2000, segið fíggjarnevndin m.a.
?Gjøgnumskygni
Fíggjarnevndin ynskir at gjøgnumskygni skal verða á galdandi fíggjarlóg. Undir viðgerðini hevur fíggjarnevndin umrøtt, í hvønn mun lógabundnar útreiðslur eisini skulu standa á fíggjarlógini fyri viðkomandi ár. Í § 43, stk. 2, í stýrisskipanarlógini er ásett, at eingin útreiðsla má verða goldin, uttan at heimild er fyri henni í teirri fíggjarlóg ella aðrari játtanarlóg, ið er í gildi, tá ið ávíst verður.
Spurningurin er, um ein vanlig løgtingslóg uppfyllir tey heimildarkrøv, sum § 43, stk. 2, setir fyri lógliga at brúka pening úr landskassanum. Av løgtingsviðgerðini av stýrisskipanarlógini skilst, at landsstýrið í upprunaliga uppskotinum hevði orðað § 43, stk. 2, soleiðis, at bara var heimilað at nýta pening, um upphæddin var játtað á fíggjarlógini. Undir málsviðgerðini hevði tingnevndin, sum viðgjørdi málið, frammi at skoyta uppí, at eisini kundi brúkast peningur, sum hevði heimild í ?aðrari galdandi heimildarlóg?.
Tá ið álit kom fyri tingið, hevði nevndin broytt hugsan soleiðis, at tað kom at standa: ?ella aðrari játtanarlóg?. Hetta merkir sbr. vanligum løgfrøðiligum tulkingargrundreglum, at ein vanlig løgtingslóg ikki er nóg góð heimild fyri at brúka pening, tað krevst, at útreiðslan skal standa á eini ?aðrari játtanarlóg?, sum má skiljast sum ein eykafíggjarløgtingslóg.
Harvið kann komast í ta løgnu støðu, at borgarin, sbr. eini vanligari løgtingslóg hevur krav um ávísa upphædd frá landsstýrinum og kann fara í rættin og fáa dóm við eftirfylgjandi tvingsilsfullgerð fyri upphæddini, meðan landsstýrismaðurin ikki hevur neyðugu heimildina sbr. § 43, stk. 2, at gjalda út peningin til borgaran, tí at upphæddin ikki stendur á fíggjarlógini ella á eini eykajáttanarlóg.
Henda løgfrøðiliga tvístøða má loysast á tann hátt, at § 43, stk. 2, má skiljast soleiðis, at hon setir krav um, at landsstýrismaðurin á økinum hevur eina rættarliga skyldu altíð at syrgja fyri, at uppskot, um neyðugt, verður lagt fyri Løgtingið sum eykajáttanarlóg í førum, har lógabundnar útreiðslur fara at hava við sær útreiðslur, sum ikki standa á fíggjarlógini. Men upphæddina, sum borgarin hevur krav um sbr. løgtingslóg, má hann gjalda, hóast peningurin ikki stendur á fíggjarlógini.
Tingið hevur, tá málið kemur fyri, tvinnar kostir í at velja, antin at játta peningin á fíggjarlógini ella at taka av vanligu løgtingslógarheimildina fyri útreiðsluni.
Samanumtikið er niðurstøðan, at tað er lógakrav, at lógabundnar útreiðslur altíð eisini skulu síggjast á fíggjarløgtingslógini ella á eini eykajáttanarløgtingslóg.
5.4 Lógarbundin játtan
Lógarbundin játtan verður nýtt, tá tað er bindandi ásett í aðrari lóggávu, hvør kann fáa pening, ella hvør skal rinda, og hvussu stór upphæddin skal verða. Sum dømi kann fólkapensiónin verða nevnd.
Talan er um lógarbundnar útreiðslur, t.d. tá ið móttakarin sambært lóg hevur rættarkrav til ávísan stuðul ella veiting, og tá ið peningaupphæddin ella útrokningargrundarlagið er ásett í lóg ella sambært lóg.
Tað er tí serliga umráðandi, at landsstýrismaðurin metir lógarbundnu útreiðslurnar á fíggjarlógini so neyvt sum gjørligt. Um tað í fíggjarárinum vísir seg, at hesar metingar væntandi ikki koma at halda, skal landsstýrismaðurin leggja uppskot um eykajáttanarlóg fyri tingið, ella í øðrum lagi uppskot um at broyta stuðulslóggávuna?
Tá spurningur mín ikki snýr seg um veitingar, ið borgarin hevði/hevur krav uppá eftir nakrari lóggávu, men nýggj tiltøk, ið landsstýrið ætlar sær undir fyri at bøta um ringastu fíggjarligu avleiðingarnar av nýggju pensiónlóguni, má metast at verða enn meira neyðugt at hava peningin játtaðan á fíggjarlógini, sambært tulking fíggjarnevndarinnar.
Kristian Magnussen
løgtingsmaður