Henda pástandin havi eg ofta sæð og hoyrt, og havi eisini fleiri ferðir spurt tey, ið hava ført hann fram, hvat tey ítøkiliga meina við, men svar kemur einki. Tað er bara ein pástandur, ið eftir øllum at døma skal endurtakast ofta.
Eg havi leitað í Løgtingstíðindum, og har sæst, at tá partafelagið Atlantic Airways varð sett á stovn í 1987, varð lógaruppskot lagt fyri tingið, har biðið varð um heimild til at seta 1,02 mió. krónur í partapeningi í felagið. Hesum tók Sambandsflokkurin undir við. Minnilutin í fíggjarnevndini, (Ivan Johannesen, Anfinn Kallsberg og Eyðun Viderø) skrivaði millum annað soleiðis í teirra áliti: "Minnilutin gongur inn fyri, at føroyingar koma upp í flúgvingina."
Í mars 1989 varð biðið um landskassaveðhald á 75 mió. krónur til P/F Atlantic Airways. Tað málið varð, eins og hitt fyrra, beint í fíggjarnevndina, og 30. mars sama ár skrivaði nevndin álit, har ein samd nevnd (íroknað Flemming Mikkelsen úr Sambandsflokkinum) mælti tinginum til at samtykkja uppskotið, við onkrum broytingum.
Eg fari tí at biðja Kristoffur Gaardlykke koma við teimum upplýsingunum, sum hann leggur til grund fyri sínum pástandi, men sum ikki síggjast í Løgtingstíðindum.
Eik málið
Tá ið Kristoffur soleiðis í eini grein, sum viðgerð Eik málið, nevnir hvat Sambandsflokkurin hevur verið ímóti í farnum tíðum, so fellir tað í eyguni, at hann ikki nevnir, at Sambandsflokkurin var ímóti at yvirtaka fíggjareftirlitið og innskjótaratrygdargrunnin. Tað fekk nevniliga sera stóran týdning í sambandi við Eik málið, at hesi mál ikki vórðu yvirtikin.
Kristoffur sigur, at sambandsmenn koma nú korpp av kroppi og taka sær æruna av, at vit fingu eina góða loysn á Eik kreppuni. Har haldi eg, at hann hevur lisið greinarnar illa. Vit siga nevniliga ikki, at vit einsamøll eiga æruna, men vit vísa á fyrimunirnar, sum ríkisfelagsskapurin hevur givið okkum. Men tá tað er sagt, so tekst ikki burtur, at Sambandsflokkurin er framsti garantur fyri ríkisfelagssakpinum.