Sjálvur eri eg ein av teimum, ið kemur undir hesar bólkarnar. Havi siglt undir DIS, FAS, NIS og NOR síðani á heysti 2000, og havi eg goldið skatt í Føroyum til føroyska landskassan undir FAS, NIS og NOR eftir føroysku skattalógini.
Eg fái javnan skotið í skógvarnar, at eg ikki gjaldi skatt í Føroyum, og tí ikki skal siga mína hugsan um samfelagsmál o. a.
Spurningurin frá mær er:
Gjaldi eg óneyðugan skatt í Føroyum, ella er tað tú, ið sigur ósatt fyri Føroya fólki?
Við skattakvøðu.