Spurningur til Formann Búskaparráðsins

Johan Dahl
Løgtingsmaður

Nú kunngjørt hevur verið alment at formaðurin leggur frá sær , tá árið er av, loyvi eg mær at seta hesar spurningar:

1.
Metir Formaðurin, at nevndin hevur gjørt sítt arbeiðið samb. ásetingini í løgtingslógini um Búskaparráðið og hvat arbeiðssetningurin er?
Í nevndu løgtingslóg -
LØGTINGSLÓG NR. 120 FRÁ 12. JULI 1995 UM BÚSKAPARRÁÐ, SUM BROYTT VIÐ LØGTINGSLÓG NR. 74 FRÁ 20. MAI 1996 - verður millum annað sagt í grein 3 stk. 2

soljóðandi:
§ 3.1) Búskaparráðið kemur saman minst tvær ferðir um árið eftir avgerð formansins ella eftir áheitan frá 4 limum í ráðnum.
Stk. 2. Eftir umrøðu í ráðnum gera búskaparfrøðingarnir minst eina ferð um árið frágreiðing um gongdina í føroyska búskapinum, har mett verður um búskaparligu støðuna, útlitini framyvir, og hvørji tiltøk eiga at verða framd. Búskaparfrøðingarnir kunnu saman við frágreiðingini geva ein samandrátt av limanna sjónarmiðum, sum koma fram í umrøðuni. Búskaparfrøðingarnir hava ábyrgdina av frágreiðingini.

2. Heldur formaðurin at tað er í lagi, at nevndin enn ikki er komin við hesi frágreiðing og samandrátti av limanna sjónarmiðum, og ætlar Búskaparráðið sær ikki at gera hesa frágreiðing áðrenn árið er at enda?
3. Um nevndin IKKI ætlar sær at koma við lógarásettu frágreiðing - metir formaðurin so ikki, at nevndin hevur fingið ov nógva nevndarsamsýning?
Við vón um greitt svar.