Heri Ziska
_____
Tað er syrgiligt at síggja hvussu sitandi samgonga rættvísger sínar útreiðslur. Vagnur Mikkelsen vísti í lesarabrævið á hvussu pengar, sum eru oyramerktir til ávísar verkætlanir í framtíðini, kundu blivið brúktir annarleiðis um raðfestingin ikki var tann hon var. Edmund Joensen svarar aftur at fullveldis samgongan hevur lækka blokkin. Dugi ikki at síggja samanhangin, tí hvussu kann ein brúka pengar, sum ikki eru partar av inntøkuni longur til at loysa trupuleikar, sum stinga seg upp í framtíðini? Eg vil tí gjarna spyrja Edmund Joensen, hvussu hann ætlar at geva pensionistunum tær tænastur teir hava tørv á, við tí partinum av blokkinum, sum ikki er har longur.
Og vælsignaður, lat verða við at fortelja mær at blokkurin er lækkaður. Tað veit eg. Lat eisini verða við at fortelja mær, at tað var ein fullveldissamgonga sum gjørdi tað. Tað veit eg eisini. Fortel mær bara hvussu tú vil loysa teir trupulleikar, sum eru í hesum landinum í dag, við pengum, sum ikki eru har longur.
Man skal altíð læra av fortíðini, men løgtingsmenn eru valdir til at taka avgerðir um hvussu landið skal leiðast inn í framtíðina, og ikki hvussu tað átti at verði leitt í fortíðini.










