Áðrenn hetta vóru tað mest smá politisk prik sum ein sjálvandi kann rokna við, men frá 15. oktober er hetta sett í system, har ein long grein um alt tað negativa sum kundi leitast fram um løgmann og hansara politiska lív sum heild, og higartil, til dagin eftir valið, har Javnaðarflokkurin á forsíðuri á Dimmu verður sagdur at grísla tenn eftir at verða taparin av fólkatingsvalinum, sjálvt um tað var Fólkaflokkurin sum misti fólkatingsessin.
Á landsfundi Javnaðarfloksins sum var 26. og 27 oktober vóru tað fleiri av teimum sum høvdu orðið, ið nevndu hesa nýggju linjuna hjá Dimmu og undraðust yvir, at einans Javnaðarflokkurin var til viðgerðar í longri tíð. Tað plagar at verða nokk so gott barometur, tað sum tann vanligi limurin førir fram, í mun til tað sum ein vanligur tingmaður kann billa sær inn.
Spurningur mín til blaðstjórðan er hesin:
Er tað rætt, tað sum hoyrist, at Dimma burturav hevur sett fólk til at viðgerða Javnaðarflokkin (ikki fyri tað positiva) frá nú av og til løgtingsvalið 19. januar er av.