Spurningur til Bjarna Djurholm, landsstýrismann

Lisbeth L. Petersen, løgtingslimur

Av tí at mær ikki varð tillutað tíð at seta fram fyrispurning á løgtingsfundi mikudagin 19 apríl, tá ófráboðaðir munnligir fyrispurningar vóru á skránni, havi eg valt at seta fram spurningin í bløðunum í staðin.

Spurningur mín ljóðar soleiðis:

Tann 8 september 2005 legði landsstýrismaðurin við Almanna- og Heilsumálum uppskot til samtyktar fram á løgting. Uppskotið, lm. nr. 6/2005, snúði seg um at seta nevnd viðvíkjandi øktum kvinnuleikluti í politikki.

Uppskotið var soljóðandi:

Løgtingið tekur undir við, at landsstýrismaðurin setur eina nevnd at arbeiða fyri, at kvinnur fáa ein øktan leiklut í at taka politiskar avgerðir. Hetta er eisini beinleiðis í samsvari við uppskot til samtyktar um tilráðingar frá Ùtnorðurráðnum í 1999, sum Løgtingið samtykti 18. november 1999.

Ì nevndini verða : Eitt umboð fyri hvønn flokk á Løgtingi, eitt umboð fyri Kommunusamskipan Føroya, eitt umboð fyri Kvinnufelagasamskipan Føroya og eitt umboð fyri Javnstøðunevndina. Varalimir verða valdir fyri allar limir.

Landsstýrismaðurin velur formannin. Nevndin velur sjálv næstformannin.

Í viðmerkingunum varð nevnt, at arbeiðssetningurin hjá nevndini var m.a. at skipa fyri tvørpolitiskum tiltøkum til tess at økja um talið á kvinnum á Løgtingi og í kommunustýrunum kring landið. Tiltøkini skuldu eisini gera fólk varug við spurningin, og nevnd verða sum dømi upplýsing og lýsingarátøk, undirvísing og útgáva av ymiskum kunnandi tilfari. Um ársskiftið 2007/2008 skuldi nevndin handa landsstýrismanninum frágreiðing um virksemi sítt og tilmæli um, hvussu framhaldandi eigur at verða arbeitt fyri at fremja javnstøðu, har politiskar avgerðir verða tiknar.

Nevndin fekk 150.000 kr. árliga til arbeiði sítt.

Málið varð beint í trivnaðarnevndina, ið broytti orðingina eitt lítið sindur, men annars tók undir við málinum.

Í oktober mánað varð uppskotið samtykt við 28 atkvøðum fyri og 1 ímóti.

Í december mánaða, beint áðrenn løgtingið fór í jólafrí, var nevndin mannað og formaður valdur.

Í januar mánaða bleiv knappliga boðað frá, at nú hevði løgmaður flutt bæði javnstøðunevndina og hesa nýggju nevndina til málsøkið hjá landsstýrismanninum við Vinnumálum.
Samstundis fekk undirritaða frá løgmansfyristingini avrit av brævi frá løgmanni til landsstýrismannin við Vinnumálum, har løgmaður bað landsstýrismannin velja nýggjar limir fyri tey løgtingsumboðini, ið vald vóru, tí stýrisskipanarlógin forðaði fyri, at løgtingslimir sótu í nevndini.

Nú farið er um hálvan apríl, og løgtingið skjótt fer í summarfrí, er spurningur mín til landsstýrismannin Bjarna Djurholm:

Hvar liggur málið í løtuni ? Er nevndin mannað og nevndarformaður valdur ?

Sambandsflokkurin valdi beinanvegin, tá boðini komu, bæði umboð og varaumboð av nýggjum, men hesi umboð hava enn onki hoyrt frá landsstýrismanninum, síðan tey vóru vald, og tí verður hesin spurningur settur.


Tórshavn, 19 apríl 2006.