Spurningur hjá Sjúrði setti dagsskránna í Danmark

Í gjár fekk Sjúrður Skaale allan fólkatingssalin at liggja flatan í grini, tá hann í spyrjitímanum í Fólkatinginum spurdi forsætisráðharran, hvussu hann hevði tað og hvussu tað gekk.

 

Les eisini: Sjúrður fekk alt Fólkatingið at grína

 

Morgunsendingin »Go' morgen Danmark« hjá TV2 tók í morgun táttin hjá Sjúrði Skaale upp, og spurdi fólk á høvuðsjarnbreytarstøðini í Keypmannahavn, hvussu tey høvdu tað?

 

Trýstið á pílin á myndini fyri at hoyra, hvussu nakrir danir høvdu tað í morgun.

 

DR hevði eisini innslagið við í Deadline.

 

Sjúrður Skaale heldur, at hetta sigur ikki so lítið um tað politiska orðaskiftið, at spurningurin »hvussu hevur tú tað?« er so óvanligur ella merkiligur, at hann verður spældur fleiri 100.000 ferð á sosialu miðlunum, kemur í seriøsu sjónvarpssendingina Deadline, og ein sjónvarpsmaður fer út at spyrja fólk á gøtuni tað sama morgunin eftir?