Nú er so uppskotið um nýggja fjølmiðlalóg komið fyri tingið. Hetta kann vera eitt gott høvi at viðgera støðuna við okkara fjølmiðlum. Eitt serstakt høvi er eisini til at viðgera útvarpið við atliti at gølusøguni, sum teir høvdu í samband við Sosialin og Eirik Lindenskov. Onnur orsøk til at hyggja at útvarpinum er, at hetta er stovnur, sum vit øll noyðast at gjalda til. Afturat hesum ber væl til at lesa tíðindapolitikkin her av, tí við einum hópi av tíðindasendingum við nógvum endurtøkum er tað ikki av plássrúmd, at tíðindini liggja eftir. Tíðindi í útvarpinum er eisini fyri ein stóran part endurgeving av øðrum tíðindakeldum. Annars kann sigast, at støðið á teimum stóru fjølmiðlunum er nøkulunda tað sama.
Útvarpið og Pravda - fyrr
Herfyri royndi útvarpið at lýsa seg sum eitt rættiligt fjølmiðlasannleiksvitni. Fyrst skal sigast, at henda grein er grundað á ein gjølligan kunnleika til fjølmiðlar. Eg havi lisið bløðini í 50 ár, eisini útlendsk, serliga donsk. Havi tí eisini førleika at sammeta við fjølmiðlar uttan fyri landoddarnar. Lurti eisini stórt sæð eftir øllum tíðindasendingum hjá útvarpinum.
Sagt verður um bløðini í gamla Sovjet, at teirra fremsta endamál var orðarætt at endurgeva teir politisku boðskapir, sum teir fingu sendandi sum "tíðindaskriv". Tað var einki sum æt at fara at kanna, um hesi tíðindi eisini samsvaraðu við veruleikan. Tað, sum umráddi, var, at lýsa politisku støðuna, soleiðis makthavararnir sóu hana.
Hinvegin so var tíðindaflutningurin rættiliga fríur, tá tað snúði seg um dagligar trupulleikar, sum vørutrot í handlunum, óbrúkiligar almenn starvsfólk og tílíkt, sum eisini nógv verður gjørt burturúr í okkara miðlum.
Hetta eru stórt sæð somu prinsipp, sum útvarpið hevur í sínum tíðindaflutningi, serliga á tí politiski økinum.
Her er uppgávan bert upplestur av innsendum tíðindum og sjónarmiðum. Politisku tíðindini eru stórt sæð bert endurgeving av tilfari, sum verður sent útvarpinum av teimum ymisku politikarunum. Heldur ein tingmaður ella ein flokkur, at nú hevur hann brúk fyri at koma í útvarpið, sendir hann útvarpinum seint á kvøldi eitt tíðindaskriv, sum útvarpsmaðurin kann hála úr faxinum ella telduni, tá hann, kanska illa svøvntur, kemur til arbeiðis áðrenn kl 7. Hesi verða so lisin beinleiðis úr tekstinum, og so er hetta vanliga høvuðstíðindini fyri dagin. Tað skal eisini tilskilast, at her er so einki bagatelmark.
Tað einasta, sum skal ansast eftir, er ikki at gera mismun millum tingmenn. Tingmenn meta bert útvarpið eftir, um teir sjálvur sleppa framat í tíðindunum, og tí ræður um, at eingin skal hava nakað at siga í so máta. Hvussu tíðindaflutningurin annars er, hevur ongan áhuga hjá politiska myndugleikanum.
Tí kann stutt sigast um tíðindaflutningin, at sigur tingmaður A, at tingmaður B lýgur, so verður hetta endurgivið. Sigur B síðani, at tað er A, sum lýgur, so verður tað endurgivið. Men útvarpið kundi ikki funnið uppá at kanna og staðfesta, hvør av teimum tað er, sum lýgur, tí so koma teir til ilnar við annan av teimum. Við einki at gera eru báðir tilfriðs.
Hetta merkir, at tað eru politikararnir sjálvir, sum seta dagsskránna fyri tíðindaflutningin. Er politiska skipanin samd um, at mál skulu tigast burtur, ja, so verða tey eisini tøgd burtur uttan mun til tann almenna áhugan, sum annars kundi verið at lýst málið.
Úrslitið verður eisini hareftir. Politiski tíðindaflutningurin er meinlíkur honum í Pravda - fyrr. Hinvegin verða tær dagligu 10-12 tíðindasendingarnar hjá útvarpinum fyltar upp av smámálum, sum um tey eru av størsta týdningi.
Uppsagdur yvirlækni: 50 tíðindasendingar
Her skal bert verða nevnt eitt dømi av úr rúgvuni. Einaferð í fjør var ein yvirlækni uppsagdur. Seinni varð uppsøgnin afturtikin og avloyst av eini ávaring. Hetta kundi í mesta lagi givið grundarlag fyri tveimum tíðindstubbum.
Bert á heimasíðuni hjá útvarpinum hevur hetta mál 18 greinir, og tá er tað als ikki vist, at alt er komið við. Tíðindi av hesum slag verða í minsta lagi endurgivin 3 ferðir, so groft roknað hevur útvarpið í minsta lagi havt 50 innsløg um hetta banala og fyri almenningin rættuliga óáhugaverda mál.
Mál um rættarbrot hjá landsstýrismonnum verða ikki tikin upp á tungu, uttan í teimum einstøku førunum, tá einstakir flokkar kunnu gera sær dælt av hesum og teir reisa málið politiskt. Men eru samgomga og andstøða samd um, at her skal gerast minst møguligt burturúr, ja, so ger útvarpið eisini minst møguligt burturúr.
Gøla at býráðið fylgir rættargrundreglum
Í veruleikanum váttar gølusøgan hjá útvarpinum um Eirik Lindenskov hetta. Sum tað skilst, snýr málið seg um, at býráðið hevur gjørt eitt umsitingarligt mistak, tá tað hevur givið eitt byggiloyvi. Hetta verður rættað, og sambært vanligum rættarreglum rindar býráðið eina upphædd fyri at rætta hendan feilin á eini virðiligan hátt.
Hetta kann sammetast við "Jógvan S"-málið, har tað varð framt eitt tilvitað rættarbrot móti borgarum, stuðlað av sovæl samgongu sum andstøðu. Teir sum rættarbrot varð framt ímóti berjast nú á 2. ári fyri at fáa eitt rímiligt endurgjald. Hetta saman við fleiri leysum endum í málinum verður stórt sæð ikki nevnt av útvarpinum. Her hava nevniliga ov nógvir politikkarar lík í lastini.
Tað kann eisini staðfestast, at um umrødda byggimál var eitt landsstýrismál, hevði tað ikki verið tikið uppá tungu av útvarpinum.
Tað er ringt at síggja, hvussu býráðið skal hava verið hótt av eini møguligari almannakunngering av, at tað fylgir vanligum rættarreglum. Her er annars ikki tikin støða til leiklutin hjá Eiriki Lindenskov. Men aftaná at Eirikur hevur greitt frá hesum máli í Sosialinum, kundu fleiri spurningar verið settir. M. a. á hvørjum grundarlagi danski serfrøðingurin hevur givið sína meting av málinum. Tað er nú ikki púra ókent í fjølmiðlaheiminum, at tú fær svar soleiðis sum tað verður spurt.
Tað er áhugavert, at útvarpið knappliga hevur fingið slíka umsorgan fyri pressuetikki, at tað fer í holt við at spyrja ein danskan serfrøðing á økinum. Men henda umsorgan er tí avmarkað til etikkin hjá øðrum og avgjørt ikki hjá teimum sjálvum. Har kundu vit sett fleiri sera viðkomandi spurningar.
Ongan týdning, at kringvarpsstjórin er í Føroya Banka, men&.
Fyri at rættvísgera útvarpið verður tikon fram tann gamla søgan um, at stjórin, Jógvan Jespersen, er nevndarlimur í Føroya Banka. Sambært danska serfrøðinginum er hetta óheppið fyri trúvirðið hjá kringvarpinum.
Hesum vísir JJ aftur, og sigur seg ikki hava havt minstu ávirkan á tíðindaflutningin um Føroya Banka, ella, sum tað skilst, á tíðindaflutningin yvirhøvur. Hann fæst bert við umsitingarligar spurningar, har tann mest sjónligi er at draga V4 hvørt leygarkvøld.
JJ hevur fullkomiliga rætt í tí, at tíðindaflutningurin hjá útvarpinum um Føroya Banka ikki á nakran hátt er ávirkaður av hesum nevndarsessi hjá honum. Men tað frátekur ikki honum ábyrgdina fyri tíðindaflutningin yvirhøvur sum stjóri fyri stovnin.
Jógvan Jespersen: Kannar ikki sannleikavirðið á tíðindum.
Her skulu dragast fram nøkur dømi um tann ítøkiliga leiklut, sum vit vita, at JJ hevur havt á tíðindaflutningin.
Tað mest prinsippiella er, at hann alment hevur boðað frá til Umboðsmannin, at útvarpið hevur sum eina grundreglu, at tað eftirkannar ikki sannleikavirðið í innsendum tíðindum. Úrslitið er sanniliga eisini hareftir. Tað kann prógvast, at tey mest ósannlíku tíðindi eru endurgivin - ikki bert í útvarpinum, men í øllum fjølmiðlum, har tað skuldi verið øll møgulig grund til eftirkanning.
Tað mátti verið ein upplagdur spurningur at sett tí danska serfrøðinginum, ella tí í Eiriksmálinun skakaða Blaðmannafelagnum, um hetta er í samsvar við góðan fjølmiðlasið!
Her kann verða nevnt, at fyri fáum árum síðani fekk stjórin á BBC durafjórðingin. Orsøkin var, at BBC eina ferð hevði latið vera við at eftirkanna sannleikavirðið á tíðindum í samband við Irak-kríggið.
Jógvan Jespersen: Útvarpsfólk kunnu ikki mistaka seg
Ein annað grundsjónarmið hjá JJ er, at sambært honum gera tíðindafólkini í útvarpinum pr. definitión einki mistak. Tað einasta mark hann setir er beinleiðis ófólkaligheit. Tað skuldi nú bara mangla. Men ein kæra um tíðindaflutning verður pr. automatik afturvíst. Uttan mun til hvørjar grundgevingar ið verða nýttar av einum kærara, so fær JJ tað altíð snarað til, at kærarin hevur órætt.
Jógvan Jespersen: Kærur skulu fáa avleiðingar.
Men tað allarringasta er, at tað fær avleiðingar at kæra. Avleiðingin er tann, at meira verður kært, tess meira verður viðkomandi útihýstur úr tíðindaflutninginum í útvarpinum. Hetta er eisini ein av orsøkunum til, at tingmenn ikki siga seg ikki tora at finnast at útvarpinum. Teir skulu jú yvirliva av, at teirra sjónarmið verða kend.
Henda útihýsing hendir eisini, um viðkomandi hevur rætt, og skal her endurtakast prógv fyri tí.
Fyri nøkrum árum síðani hevði útvarpið sum fastan tátt í morgunsendingini at endurgeva høvuðstíðindini í bløðunum, sum komu út hendan dagin. Hetta var eitt frálíkt tiltak, sum kundi geva lurtarum høvi til at kunna seg um innihaldið í bløðunum, sum tey so kundu keypa sær um okkurt var av áhuga.
Vit undraðu okkum yvir, at bert tey stóru bløðini vórðu regluliga endurgivin, meðan tað var hipp sum happ, hvussu tað var við FF-blaðnum. Hetta mál endaði hjá umboðsmanninum, har JJ greiddi frá sum grundgeving, at tað bert vóru tíðindabløð, sum skuldu endurgevast í hesum táttinum. Tá FF-blaðið ikki var eitt tíðindablað sambært JJ, átti tað ongan lut í hesi sending. Men her gav umboðsmaðurin okkum greitt viðhald og staðfesti, at FF-blaðið er eitt tíðindablað. Tískil var tað av órøttum, at FF-blaðið ikki fekk sømu sømdir sum hini bløðini.
Men hesum fingu vit onga gleði burturúr. Fyri at sleppa undan at fylgja einum møguligum viðhaldi til okkara frá umboðsmanninum, varð hesi táttur avtikin, áðrenn umrødda avgerð fall. Fyri Dimmalætting og Sosialin, ella Portalin, hevur hetta ongan týdning, tí hesi bløð verða javnan endurgivin í útvarpinum við keldutilvísing.
Hjá FF-blaðnum gjørdist støðan tann, at blaðið áðrenn kæruna, har vit fingu rætt, fekk endurgivið síni høvuðstíðindi í minsta lagi aðru hvørja ferð, blaðið kom út. Síðan vit fingu viðhald er neyvan nøkur forsíðusøga hjá felagnum endurgivin í útvarpinum. Tað, sum mánaðar ímillum verður endurgivið, er annars slíkt smáttarí, at fyri okkum kundi tað eins væl verið null. Vit hava tískil einki at missa við at loyva okkum at skriva hesa grein!
Harðkókað einsrætting
Hvussu harðkókaður JJ annars er í síni einsrætting kann prógvast av einum øðrum dømi um sama mál. Málið hjá umboðsmannin snúði seg um eitt einstakt FF-blað, sum ikki varð endurgivið av útvarpinum, tann dagin blaðið kom út. Vit lýstu tískil yvirskriftirnar sum lýsing í útvarpinum seinni sama dag. Fyri hetta fingu vit rokning. Vit boðaðu frá, at vit rindaðu ongan rokning fyrr enn avgerðin hjá umboðsmanninum var komin. Vit mettu tað sum rímiligt, at fingu vit viðhald, so varð rokningin strikað. Útvarpið kundi tá ikki fara at krevja okkum at gjalda nakað, sum samb. umboðsmannin skuldi verið ókeypis.
Men her var so púra einki at heinta. JJ syrgdi snildisliga fyri at blokera okkum fyri lýsingar í útvarpinum, til vit høvdu goldið. Og beint uppundir ein landsfund høvdu vit einki val.
JJ kann uttan iva við røttum siga, at hann hevur onga lóg brotið. Men hetta lýsir hansara hugburð. Og hesin hugburður gevur eisini eina góða frágreiðing um almenna tíðindaflutningin, sum hann hevur ábyrgdina av.
Tað er óneyðugt at siga, at alt tað, sum er ført fram í hesi grein, kann dokumenterast, og tað er eisini dokumenterað í FF-blaðnum fyrr.
Viðvíkjandi fjølmiðlalógini
Sum umboð fyri almenningin kunnu vit staðfesta, at her er okkurt grundleggjandi galið. So er spurningurin, hvat tann nýggja fjølmiðlalógin kann gera á hesum økinum. Vit kunnu ikki fara í smálutir, og vilja bert halda okkum til fjølmiðlanevndina. Sum vit síggja er stórt sæð talan um eina avskrift at donsku lógini. Hetta er als ikki nóg gott, tá hugsað verður um munin á støðinum á donskum og føroyskum fjølmiðlum.
Vit skuldu havt eina strangari og meira ítøkiliga fjølmiðlalóg. Í hesum uppskoti er tað mótsett. Sambært uppskotinum eru fjølmiðlarnir umboðaðir við helvtini av fjølmiðlanevndini. Hetta er tað sama sum í Danmark, men í Føroyum kunnu vit vænta, at ein slík umboðan fer at blokera fyri at gera nakað við grundleggjandi trupulleikar hjá okkara fjølmiðlum.
Her kann skoytast uppí, at fyri nakað av tíð síðani hevði útvarpið eina heila herferð móti lokalnevndini hjá politinum, tí løgreglan var umboðað í eini nevnd, sum kannaði seg sjálva, sum útvarpið helt vera av allari leið. Út frá hesum sjónarmiðnum hjá fremsta fjølmiðlinum er tað ein spurningur, um fjølmiðlarnir yvirhøvur eiga at vera við í fjølmiðlanevndini. Ikki minst tá hugsað verður um, hvussu lítlan áhuga teir hava havt fyri nøkrum sum helst fjølmiðlaetikki. Men soleiðis spælir klaverið ikki. Nú vilja teir so sanniliga vera uppi í.
Síðan skal landsstýrið velja ein lim, har tað í donsku lógini er ásett, at tað er Hægstirættur. Tað er heilt burturvið, at nakar politiskur myndugleiki skal velja lim í eitt fjølmiðlaráð, ikki minst tá hugsað verður um, at tað júst er í samband við politiska tíðindaflutningin, at tað er størstur tørvur á ábót. Um tað ikki er Hægstirættur, so er tað Føroya Rættur, sum skal velja hendan limin.
Afturat hesum er ásett í fyriliggjandi uppskoti, at nevndin skipar seg sjálv, meðan tað í Danmark er tann av Hægstarætti valdi limurin, sum verður formaður. Skal nevndin skipa seg sjálv, kann tað væl henda, at tað verður eitt umboð fyri fjølmiðlarmar, sum verður formaður. Tá kann nýggja lógin lættliga gerast verri enn einki við blástempling av verandi tíðindapolitikki. Tað er tað ringasta sum kann henda. Her skal skoytast uppí, at tá tað nú verður tosað so nógv um sjálvjustits hjá fjølmiðlunum, kann út frá hesi grein metast um hvat hald er í tí. Tað næstringasta er, um tað er umboðið, valt av landsstýrinum, sum verður formaður. Hesin kann lættliga roknast fyri at hava somu áhugamál sum fjølmiðlarnir at tekkjast "politiska viljanum".
Síðan skal veljast eitt umboð fyri almenningin. I Danmark er hetta lagt út til Dansk Folkeoplysnings Samråd.
Í fyriliggjandi uppskoti er tað upp til Fróðskaparsetrið at velja umboð fyri almenningin. Hetta duga vit ikki at síggja nakað skil í. Tey fremstu umboð fyri almenningin mugu í Føroyum sigast at vera fakfeløgini. Tí skuldi hetta verið ein sera nærliggjandi møguleiki, sum tingið eigur at umhugsa.
Annars vilja vit vísa til tær greinir, sum eru skrivaðar í FF-blaðnum um fjølmiðlamál. Tær finnast á heimasíðuni: www.fiskimannafelag.fo og nýtast kann leitorðið "fjølmiðlar". Serliga verður víst til bløðini 312 og 314.