Veljarkanning
Serliga tveir spurningar, sum snúgva seg um ríkisrættarligu støðu Føroya, eru so ógreiðir, at fólk hava stutt sagt ikki vitað, hvat tey hava svarað uppá, sigur Anfinn Kallsberg, løgmaður, í viðmerking til veljarakanningina, sum Útvarpið og Dimmalætting lótu gera í seinastu viku.
Anfinn Kallsberg vísir til spurningrnar um ríkisrættarligu støðuna, har tveir møguleikar fingust til at svara. Spurningarnir snúðu seg um tvey heilt ymisk ting, og kortini ikki. Soleiðis at skilja, at teir vórðu settir soleiðis, at fólk, sum svaraðu ja upp á annan, í grundini heilt logiskt skuldu havt svarað nei upp á hin.
Men soleiðis var ikki, vísir løgmaður á. Uttan hjá teimum, sum søgdu seg velja Fólkaflokkin. Har var einasti logikkurin í svarunum, sigur løgmaður.
Tey allarflestu, sum hava svarað, taka bæði undir við fullveldisætlanini hjá landsstýrinum, sum miðar í móti at fáa fullveldi í 2016, samstundis sum tey siga seg ganga inn fyri víðkaðum sjálvsstýri innan fyri danska ríkisfelagsskapin og undir danskari grundlóg.
?Hetta uhongur jú als ikki saman, og kann bara vera tekin um, at fólk aldeilis ikki hava skilt, hvat spurt varð um. Tí spurningarnir eru ov ógreiðir, vísir Anfinn Kallsberg, løgmaður, á.
Hann sigur, at hann hevur roynt spurningarnr upp á ymisk fólk, hann hevur møtt, og gjøgnumgangandi svarið er, at tey hava ikki skilt teir.
Hugsa um annað
Anfinn Kallsberg sigur, at fyri honum er eingin ivi um, at fólk hava havt heilt onnur mál í huganum, tá tey hava svarað spurningunum, sum veljarakanningin setti.
Tey hava hugsað um tað, sum so nógv hevur verið frammi um fýra ára skiftistíð og sjálvsstýrislógaruppskot Javnaðarfloksins. Og so hava tey blandað hugtøkini saman, metir hann.
Men tað er ein vandamikil leið at fara, sigur løgmaður. Tí verður tað viðtikið, verða vit limað inn í danska kongaríkið um øldir og allar ævir, og so er slutt við nøkrum fullveldi her.
Hann vísir á, at tá Grønlendingar í 1953 við fólkaatkvøðu skiftu frá at vera danskt hjáland til danskt amt, varð fráboðan um tað send ST, og harvið er Grønland ein partur av danska kongaríkinum, og kann ongantíð gerast annað.
Spurningarnir í føroysku veljarakanningini um ríkisrættarligu støðuna skuldu heldur verið settir í einum, sigur løgmaður. Tí seinni spurningurin er í grundini partur av tí fyrra.
?Tað er nevniliga soleiðis, sigur Anfinn Kallsberg, at fyri at náa fullveldinum, sum spurt verður um í fyrra spurninginum, verður í løtuni arbeitt við einum setningi, sum er tann sami sum seinni spurningurin.
Landsstýrið arbeiðir við eini sjálvstýrislóg, sum skal bera okkum ávegis fram til endaliga fullveldið. Men tað hava fólk bara ikki skilt, tí tað hevur verið spurt ov ógreitt.
Skilagóðir veljarar
Veljarar Fólkafloksins eru skilafólk, sigur Anfinn Kallsberg. Tey hugsa seg um, tá tey svara, og tað sæst eisini aftur í kanningini, vísir hann á.
Sum dømi tekur hann júst spurningarnar, sum fólk flest ikki hava skilt og vísir á, at fólkafloksveljararnir hava ikki svarað samsvarandi upp á hesar báðar spurningarnar. Men tað hava tey hjá næstan øllum hinum flokkunum.
Tað tulkar løgmaður tann vegin, at fólk vanliga bara siga tað, sum leiðslan í tí flokki, tey velja, heldur. Men altso ikki hjá Fólkaflokkinum sambært Anfinni Kalsberg.