Eitt krav frá FSF til vøllirnar er, at ein gyring skal vera kring vøllin. Hvussu ber tað til, at FSF hevur góðtikið at jarnrør, uttan nakra sum helst verju, vera brúkt, og at tey í nógvum førum bert standa ein stóran metur frá bak/síðu linjunum. Bestu dømi um hetta eru vøllirnir í Sandavági, Fuglafirði og Vági (træ). Fyri leikararnar er hetta serstakliga vandamikið, og eg ivist onga løtu í, at um einki verður gjørt, fer onkur ólukka at standast av hesum. Tí skal mítt ráð til FSF vera, at teir krevja av feløgunum, at hetta verður fingið í rættlag til næsta kappingarár. Ovari vøllur í Havn er gott dømi um hvussu hetta kann gerast.
Í dag eru tvey sløg av graslíkisvøllum í landinum. Antin eru teir við ella uttan sand. Eftir 10 ár við hesum vøllum, haldi eg at tað kann staðfestast, at best egnaðu vøllirnir eru teir við Sandi í. Fyrst og fremst tí ein ikki stendur fastur, tá turt er í veðrinum. Hetta væl at merkja, um nokk av sandi er í. Eitt er so tað, at FSF svav í tímanum tá støða skuldi takast til hvørjir vøllir skuldu koma til landið. Eitt annað er so hví teir ár um ár góðkenna sandgraslíkisvøllir har tað er alt ov lítið av sandi í. Í Sørvági er at kalla eingin sandur í. Nógvir leikarar kunna ásanna, at teir hava fingið skaðar, tí teir hava staðið fastir í vøllinum. Summir hava oyðilagt sær knøðini, tí krossbondini eru slitin, tá teir hava staðið fastur.
Ongin ivi skal vera í, at FSF ger eitt gott og stórt arbeiði, men álvaratos, tit sum skulu eitast at hava ábyrgdina av hesum. Er tíðin ikki komin, har tit vakna og gera okkurt við hetta.
Leikari