Spurningar um arvagransking

Í sambandi við málið um arvagransking, setti Sjúkrasystraetiska Ráðið Pál Weihe spurningar

Sjúkrasystraetiska Ráðið metir etisku spurningarnar í sambandi við kanningina sera stórar.

Tí vísir Sjúkrasystraetiska Ráðið til Helsinki sáttmálan frá 1964 við seinastu broytingum í 1989 og spyr Pál Weihe:

1)Hvat er endamálið við kanningini?

2) Hvussu fer kanningin fram?

3) Er loyvið fingið frá Siðsemisnevndini?

4) Hvørjar avleiðingar kann kanningin hava við sær fyri hvønn einstakan og samfelagið sum heild?

5) Hvussu verður tryggjað, at kanningin ikki kann fáa avleiðingar orsakað av misnýtslu?

6)Hvussu verður informerað samtykkið fingið til vega, sum sáttmálin áleggur fyri hvørja einstaka kanning og analysu?

7 Hvør fær upplýsingarnar?

8) Hvør eigur kanningartilfarið

9) Hvør eigur rættin til úrslitini?

10) Hvar verður møguliga databasan?

11) Hvør fíggjar kanningina?

12) Hvussu er ætlanin at fáa allar føroyingar við?

Ráðið metir tað av alstórum týdningi fyri sjúkrasystrar og føroyingar at fáa svarað spurningum sum skjótast og sjálvsagt áðrenn farið verður undir kanningina.