Spurningar til Jan Christiansen borgarstjóra viðvíkjandi rennibreyt um Tórsvøll

Tað var áhugavert at lesa kommentarirnar hjá Jan Christiansen borgarstjóra viðvíkjandi rennibreyt um Tórsvøll í Sosialinum hósdagin tann 20/2. Har eru nøkur ting, sum hann førir fram, sum eg kundi hugsað mær at sagt mína meining um, og so eisini sett Jan Christiansen nakrar spurningar.

Tað skal eitast at kosta einar 13-15 milliónir at gera rennibreyt um Tórsvøll, og samstundis skal tað verða nógvar ferðir bíligari at gera eina rennibreyt i Marknagilið!?
Er tað veruliga so, at tað kostar meira at taka 5 røð av setrum niður, við arða síðuna, flyta grasvøllin 2,5 m og flyta áskoðaraplássini oman móti Gundadalshøllini út til síðirnar, enn tað kostar at grava út, spreingja og planera eitt nýtt øki, byggja áskoðarapláss (sum eru neyðug og eru um Tórsvøll), byggja skiftifacilitetir (sum eru neyðugir og finnast við Tórsvøll) og byggja reiðskapsrúm (sum eru neyðug og finnast við Tórsvøll)?
Tað er annars týdningarmikið, at man hevur í huga, at einasta orsøk til allar hesar eykakostnaðarnar, sum ein rennibreyt um Tórsvøll førir við sær, eru eykakostnaðir, sum standast av at Tórshavnar býráð hevur brotið øll lyfti, sum tað hevur givið tí frælsa ítróttinum og øllum hinum, sum hava áhuga í eini rennibreyt í Havn.
Jan Christiansen førir fram, at ein rennibreyt er ein stór íløga til lutfalsliga fáða íðkarar!?
Her vil eg gjarna spyrja Jan nakrar spurnigar:
Hvussu ofta hevur Tórsvøllur verið brúktur, síðan hann bleiv tikin í nýtslu?
Hvussu nógvir íðkarar hava brúkt Tórsvøll higartil?
Hvussu nógv hevur Tórsvøllur higartil kostað Tórshavnar Kommunu og harvið borgarum í Tórshavn?

Viðvíkjandi teimum »lutfalsliga fáu íðkarnum«, sum Jan sipar til í samband við rennibreyt, so umfata hesir »fáu« íðkarnir:
Øll tey, ið íðka frælsan ítrótt í Tórshavn
Øll skúlabørn í Tórshavn
Øll vaksin, sum hava áhuga í at royna seg uttan at risikera lívi við at renni ímillum bilarnar á vegunum
Øll tey, sum hava eitthvørt brek sum ger, at tey ikki kunna renna úti á vegunum.

Eg veit, at hesir »lutfalsliga fáu íðkarnir« ikki hava somu vekt, sum teir opinbart lutfalsliga nógvu íðkarnir, sum hava verið tvær, tríggjar ella kanska heilar fýra ferðir á Tórsvølli í samband við altjóða dystir hjá landsliðnum, og er tað tvey ella trý onnur føroysk lið, sum eru sloppin inn um stongda portrið í Gundadali?