Spurningar til Jákup Mikkelsen (2)

Eivind Ortind Simonsen
Viby J

Birita Lamhauge Jóansdóttir
Ålborg


Fyri eitt sindur av tíð síðan settu vit nakrar spurningar til Jákup Mikkelsen. Vit fingu ongantíð eitt svar. Tískil føla vit okkum nú noydd til at seta somu spurningar enn eina ferð.
Vit høvdu tríggjar spurn­ingar til eina almenna út­søgn hjá Jákup Mikkelsen. Hansara útsøgn kom í sam­­band við við­gerð­ina av lógar­uppskot­in­um hjá Finni Helmsdal og Anitu á Fríðriksmørk um diskriminering vegna kyns­­­­liga sann­føring, og fram­­setti hann hana sum fram­søgumaður hjá flokkinum í hesum málið. Orðini hjá Jákup Mikkelsen vóru hesi: Tað er ikki rætt at lóg­geva fyri ein ein­stakan bólk. Og harafturat er tað ímóti kristnu siðalæruni at vera samkyndur. Okkara spurn­ingar tóku allir útgangsstøði í hesi útsøgn.
Tann fyrsti spurningurin viðgjørdi hetta at lóggeva fyri einstakar bólkar. Vit góvu eitt dømi um eina lóg, sum er viðtikin í Løgtinginum, og sum nettupp er gjørd fyri ein einstaka bólk. Nem­liga lógina um, at sam­komu­leiðarar, í øðrum samkomum enn Fólka­kirkjuni, eisini kunnu víga hjún. Um tað er so skeivt at lóggeva fyri einstakar bólkar, hví hava vit so hesa lógina?
Tann næsti spurningurin viðgjørdi sjálvt lógarupp­skotið sett upp ímóti hug­takinum einstakur bólkur. Í lógaruppskotinum stendur beinleiðis, at tað skal vera mett sum lógarbrot, at dis­kriminera vegna kynsliga sann­føring. Okkara pástandur er, at kynslig sannføring IKKI dekkar ein einstakan bólk, men allar føroyingar. Fyri okkum sær tað út sum um, at Fólkaflokkurin ikki er samdur í hesum. Hevði tú tíma at greitt nærmari frá tykkara støðu til hendan spurning?
Tann triði spurningurin umrøddi tað kristnu siða­­lær­una og hennara kvalifikatión, sum grundarlag undir okkara lógum. Vit góvu 3 dømi um ting, nevnd í bíbliuni, sum ikki eru galdandi í okkara lógarverki. Tey 3 dømini vóru um neyðtøku, trælahald og samfelagsskipan. Spurn­ingurin var so: um bíblian og tann kristna siðalæran er so væl egna, sum grundarlag undir okkara lógum, hví royn­ur Fólkaflokkurin so ikki at bera so í bandi, at allar tær føroysku lógirnar samsvara við bíbliunnar orð?
Vit høvdu ein síðsta spurn­­ing, men hann var sett­ur bein­leiðis til Jákup Mikkelsen. Hann hevði nak­að at gera við, at Jákup segði seg stúra fyri, at um hetta lógar­upp­skot bleiv viðtikið, so vildu uppskot, sum vóru hvaðan verri fylgja. Spurningurin var so, hví Jákup velur at stúra fyri frammtíðini ístaðin fyri at meta um, hvussu relevant hetta lógaruppskot er? Fjalt í hesum lá tann sannleikin, at okkara virðir broytast, og at tað sum vit halda vera rætt í dag, ikki var tað sama, sum fólk fyri 50 árum síðan hildu vera rætt. Hvat fær so Jákup Mikkelsen til at halda, at tey virðir sum vit hava í dag, eru tey somu í 2055? Og hví stúra fyri hesum?
Vit vilja gjarna hava eitt svar uppá hesar spurningar. Um Jákup Mikkelsen ikki sær seg føran fyri at svara, so má onkur annar úr Fólka­flokk­inum, sum deilir hansara sjón­ar­­mið, gjarna svara. Um ongin í Fólkaflokkinum sær seg føran fyri at svara, so má onkur annar føroyingar, sum deilir sjónarmiðini hjá Jákup Mikkelsen, gjarna svara. Um ongin sær seg føran fyri at svara, so mugu vit bara staðfesta, at tykkara mótstøða móti hesum lógar­upp­skotið byggjur meira á fordómar og óvitan enn á rationella og logiska argu­mentatión.