Spurningar til Bjarna Djurholm

Sum eg skilti tað á eini útvarpssamrøðu við landsstýrismannin í vinnumálum, kann anlegslógin í sambandi við Sandoyartunnilin ikki leggjast fyri tingið, fyrr enn peningur er settur av á fíggjarlógini

Løgtingsval skal verða í seinasta lagi 20. januar, og valið skal útskrivast seks vikur áðrenn valdagin. Tað merkir, at tá fíggjarlógin er liðugt viðgjørd, er valið longu útskrivað. Tí verður tað ikki í hesum valskeiðinum, at anlegslógin verður løgd fram, um hon skal bíða eftir fíggjarlógini, og helst verður hon heldur ikki løgd fram fyrr enn langt eftir valið. Frá tí at anlegslógin er løgd fyri tingið, gongur eisini long tíð, áðrenn arbeiðið fer í gongd.

Mín spurningur er tí: Er veruleikin ikki tann, at landsstýrismaðurin í vinnumálum innast inni er ímóti Sandoyartunnlinum, men at hann roynir at halda hetta loyniligt til eftir valið?

Ein annar átrokandi spurningur, sum eisini viðkemur sama landsstýrismanni, er vegurin í Sandslíð. Har er byrjað at loypa undan vegjaðaranum, men einki verður gjørt, hóast stórir bussar við skúlabørnum, dagliga koyra eftir hesum vegastrekki. Hvørjar ætlanir hevur landsstýrismaðurin, ið umsitur hetta økið?

Nú kann tað vera, at landsstýrismaðurin hevur ta undarførðslu, at pengar mangla. Men her fari eg at minna loysingarflokkarnar á, at teir við at lækka blokkstuðulin, hava sent einar tríggjar milliardir krónur av landinum. Tað er ein stór forðing fyri øllum framburði her á landi, ikki minst á Sandoynni.