Spurnarkapping í Stóra Pakkhúsi

Stór spurnarkapping fer av bakkastokki leygarkvøldið í Stóra Pakkhúsi í Vági. Mong tiltøk eru annars á skránni komandi mánaðirnar, nú karmarnir eisini eru betri, t.d. hevur húsið nú hálvt skonkiloyvi. Húsið verður eisini opið ávís kvøld, har tiltøk til ung eru á skránni í rúsfríum umhvørvi

Nógv virksemi hevur verið í Stóra Pakkhúsið í Vági, síðani tað varð gjørt í stand og lat upp fyri á leið tveimum árum síðini.
                      Skráin fyri fyrstu mánaðirnar í 2004 er løgd og mangt forvitnisligt er á skránni.
                      Lagt verður fyri leygarkvøldið, í kvøld, har fyrsta umfar av umfatandi spurnarkapping er á skránni. Aftan á er Syng Við kvøld. Lagt er soleiðis tilrættis:
                       Spurnarkappingini verður millum hesi grannaløg/býlingar, sum kunnu velja upp til 4 umboð at umboða seg í spurnarkappingini:
1)      Vestanfyri Gjógvará
2)      Uttanfyri Gjógvará og vestanfyri brekkuna hjá Jørgen Olsen
3)      Uttanifyri brekkuna hjá Jørgen Olsen til Skála
4)      Frá Skála til Toftaá
5)      Frá Toftaá til Tippisá
6)      Frá Tippisá út á Marknaðaroyri
7)      Inni í Líðini, íroknað Yviri á Bakka og við Kráir
8)      Neslíð og á Nesi
 
Evnini í spurnarkappingini eru hesi


  • Landalæra

  • Politikkur

  • Ítróttur

  • Søga & mentan

  • Myndir & Media


Tilsamans verða 3 umfør, 2 innleiðandi og eitt finalu-umfar. Innleiðandi umførini verða skipaði soleiðis, at 2 umfør verða hvørt kvøld, har 2 lið kappast móti hvørjum øðrum. Finalu-umfarið verður skipað við hálvfinalum og finalu.
Kvøldini eru fastløgd soleiðis:
1.      Umfar: Leygarkvøldið 31. Januar (kl. 20.00 ? húsið letur upp kl. 19.30)
2.      Umfar: Fríggjakvøldið 6. Februar (kl. 20.00 ? húsið letur upp kl. 19.30) (fríggjakvøld, tí steypafinaluni hjá kvinnum er leygardagin 7. feb)
Finalu Umfar: Leygarkvøldið 6. Mars (kl. 20.00 ? húsið letur upp kl. 19.30)
Óli Holm og Páll Augustinussen eru høvuðsdómarar.
 
Spurnarkappingin verður á stórskíggja, soleiðis at áhoyrarin/hyggjarin fær nakað burturúr.
 
Lutakast hevur verið og?liðini? hittast soleiðis:
1. Umfar (31. jan.)  Frá Skála til Toftaá - Uttanifyri brekkuna hjá Jørgen Olsen til Skála
 
2. Umfar (31. jan.) Uttanfyri Gjógvará og vestanfyri brekkuna hjá Jørgen Olsen - Neslíð og á Nesi
 
3. Umfar (6. feb.) Frá Tippisá út á Marknaoyri - Vestanfyri Gjógvará
 
4. Umfar (6. feb.) Frá Toftaá til Tippisá - Inni í Líðini, íroknað Yviri á Bakka og við Kráir
 
Í samband við hvørja spurnarkapping verður Syngið við kvøld í Stóra Pakkhúsi ? eftir spurnarkappingina verður sungið og harmonika / guitarur spælir undir.
Ásett er 16 ára aldursmark
Upplatingartíðir í samband við spurnarkappingina í Stóra Pakkhúsi
Leygarkvøldið 31. jan. er húsið opið frá 19.30 ? 04.
Fríggjakvøldið 6. feb. er húsið opið frá kl. 17.00 ? 04.
Leygarkvøldið 6. mars. er húsið opið frá 19.30 ? 04.
Stigtakararnir vænta nógv fólk til tiltakið, tí vanligt hevur fyrr verið við spurnarkappingum í Vági og vóru hesar vælumtóktar.
 
Fingið loyvi
Húsið er annars opið fastar tíðir; týsdag frá 19 til 23 er rúsfrítt kvøld, ætlað ungum. Fríggjadag er opið frá 17 til 20 og leygardag frá 20 til 01.
                      Annars er regluliga, fyri ikki at siga nærum dagliga, fótbóltur á stórskíggja og verður hetta lýst nærri við plakatum á vanligu støðunum.
                      Føstulávintsdansur verður í Pakkhúsinum føstulávintsleygarkvøld, har Trio av Tvøroyri spæla til dansin.
                      Húsið hevur fingið sonevnt hálvt skonkiloyvi og er hetta sera hent í samband við matkvøldini við gestakokkum, ið eru av og á. Hesi kvøld eru sera væl umtókt og ætlandi verður fyrsta matkvøld í ár í marsmánað.